Anfinn Kallsberg (19. november 1947) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn er útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann starvast hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974.[1] Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár.[2]

Anfinn Kallsberg

Tíðarskeið 19982004
Undanmaður Edmund Joensen
EftirmaðurJóannes Eidesgaard
Føddur/Fødd 19. november 1947
Viðareiði
FlokkurFólkaflokkurin

Løgtingslimur, landsstýrismaður, løgmaður, nevndarsessir og onnur álitisstørv Edit

Keldur Edit

  1. FT.dk
  2. Nordlysid.fo, Anfinn sigur farvæl eftir 30 ár sum løgtingslimur
  3. Logting.fo

Ávisingar úteftir Edit


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið