Atli Pætursson Dam
Atli Pætursson Dam (12. september 1932 - 7. februar 2005)[1] føddur og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn seinastu árini av lívinum, var Føroya løgmaður árini 1970-1981, 1985-1989 og 1991-1993. Foreldur hansara vóru Sigrid Ragnhild f. Strøm, úr Trongisvági og Peter Mohr Dam av Tvøroyri. Hann var giftur við Oddvør Sólvá f. Hovgaard av Tvøroyri. Hann var útbúgvin Maskinverkfrøðingur í 1964. Hann varð valdur á Føroya Løgting í 1970 fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Hann varð valdur inn fyri Suðuroyar valdømi øll árini frá 1970 til 1990, tá hann stillaði upp fyri Suðurstreymoyar valdømi og varð valdur inn har og umboðaði Suðurstreymoy á Føroya Løgtingi árini 1990 - 1994. Hann var Føroya løgmaður fimm ferðir og fólkatingslimur frá 1987-88[2] og 1990-94. Hann tók seg aftur sum løgmaður 18. februar 1993 orsakað av fíggjarkreppuni og av heilsuávum. Marita Petersen tók við sum løgmaður eftir hann.
Atli Pætursson Dam | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 12. sep 1932 í/á Tvøroyri |
Andaðist | 7. feb 2005 í/á Tórshavn |
Starv | politikari, mechanical engineer, director |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Børn | Helena Dam á Neystabø |
Foreldur | faðir Peter Mohr Dam |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
VIAF | 311580714 |
Commons | Atli Dam |
Hann var undirstjóri fyri Føroya Realkreditt frá 1981–1985 og aftur frá 1989 til hann doyði í 2005.
Eitt ið verður mett at vera tað størsta ið hann uppnáddi sum politikari, var tá ið hann megnaði at gera eina avtalu við táverandi danska forsætisráðharran Poul Schlutter, at Føroyar kundu yvirtaka undirgrundina og fingu øll rættindini til undirgrundina ið hoyrir til Føroyar. Yvirtøkan av undirgrundini fór fram í 1992.[3]
Tíðarlinja
rætta- 1970 - 1994 Løgtingslimur.
- 1970 Landsstýrismaður
- 1970 - 1981 Løgmaður.
- 1981 - 1985 og frá januar 1989 til 2005 undirstjóri í Føroya Realkreditstovni (Færøernes Realkreditinstitut).
- 1985 - 1989 Løgmaður.
- 1987 - 1988 fólkatingslimur.
- 1989 - 1991 Nevndarsess í Norðurlandaráðnum.
- 1990 - 1994 Fólkatingslimur.
- 1991 - 1993 Løgmaður.
Keldur
rætta- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 265 (PDF-Download Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen