Aksel V. Johannesen
Aksel Vilhelmsson Johannesen (føddur 8. november 1972 í Klaksvík) er advokatur og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann.
Løgmaður nr. | 39 |
---|---|
Tíðarskeið | 2015 - 2019 |
Undanmaður | Kaj Leo Holm Johannesen |
Eftirmaður | Bárður á Steig Nielsen |
Føddur/Fødd | 8. november 1972 Klaksvík |
Flokkur | Javnaðarflokkurin |
Bakgrund og familja
rættaHann er útbúgvin cand.jur á universitetinum í Keypmannahavn í 2004, og arbeiddi sum advokatur í Tórshavn frá 2007 til hann gjørdist landsstýrismaður. Hann er fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann eisini var aktivur fótbóltsleikari.[1]
Aksel V. Johannesen er sonur Vilhelm Johannesen. Hann og kona hansara Katrin Apol eiga trý børn.
Politisk lívsleið
rætta2008-2011
rættaÁ løgtingsvalinum 2008 varð Aksel Johannesen 1. varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, og møtti stundum, serliga fyri Andrias Petersen. Hann gjørdist landsstýrismaður í heilsumálum tann 16. juli 2009, tá John Johannessen ikki tók av at verða landsstýrismaður eftir Hans Paula Strøm.[2] Hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum og tók við landsstýrismaður í fíggjarmálum 21. februar og gjørdist formaður fyri Javnaðarflokkin tann 5. mars 2011. 6. apríl sama ár varð hann varaløgmaður. Høvuðsuppgávan hjá honum sum formanni var at endurreisa flokkin til næsta løgtingsval. [3] 14. november 2011 skifti landsstýrið, og kom Javnaðarflokkurin ikki í landsstýrið. Aksel Johannesen varð tá formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.
Løgtingsvalið 2015
rættaJavnaðarflokkurin vann Løgtingsvalið 2015 við 25.1% av atkvøðunum. Aksel sjálvur fekk 2.405 persónligar atkvøður, ið var eitt nýtt føroyskt met. Hann breyt harvið metið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmanni, frá 2011 sum var 1967 persónligar atkvøður.[4] 14. september 2015 varð samgonguskjalið undirskrivað, tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ið skrivaðu undir. Nýggja løgtingið hevur fyrsta fundin 15. september 2015, tá verður stjórnin hjá Aksel V. Johannesen útnevnd.
Løgtingsvalið 2019
rættaHóast Aksel V. Johannesen sjálvur fekk 2327 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2019 – hann gjørdist toppskorarin á valinum –, hevði Javnaðarflokkurin við 2,6% størstu afturgongdina av øllum flokkum. Tveir dagar seinni boðaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin frá, at teir ætlaðu at fara undir samgongusamráðingar, tí teir høvdu tilsamans 17 tinglimir.[5]
Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður týsdagin 3. september 2019. Hann skal tó virka til nýggjur løgmaður er valdur.[6][7]
Keldur
rætta- ↑ Aksel Johannesen á Faroesoccer.com
- ↑ Aksel V. Johannesen í landsstýrið
- ↑ Indberetning nr. 2/2011
- ↑ "Aksel tók øll met - Føroyski portalurin - portal.fo". 2015-09-02. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-02. http://archive.today/O3IjI.
- ↑ Leggur frá sær í morgin, kvf.fo, 2. september 2019
- ↑ Aksel V. Johannesen hevur nú lagt frá sær sum løgmaður Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, in.fo, 3. september 2019
- ↑ Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær, portal.fo, 3. september 2019
Slóðir
rætta- Løgmansskrivstovan um Aksel V. Johannesen
- Aksel V. Johannesen Archived 2013-05-16 at the Wayback Machine hjá Fíggjarmálaráðnum
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen