Peter Mohr Dam (11. august 1898 í Skopun - 8. november 1968 í Tórshavn) var løgmaður í Føroyum og útbúgvin lærari. Dam var lærari á Tvøroyri. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri Enigheden, har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni. Dam var ein av høvuðsforsprákarunum, tá ið fólk á Tvøroyri stovnaðu felagið Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag.

Peter Mohr Dam
er eitt menniskja
Fødd(ur) 11. aug 1898 í/á Skopun
Andaðist 8. nov 1968 í/á Tórshavn
Starv politikari, editing staff, lærari
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Børn Atli Pætursson Dam
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 6037170868760822930000
Commons Peter Mohr Dam

Petur Mohr Dam var formaður Javnaðarfloksins í tíðarskeiðnum 1936 - 1968. Í tveimum skeiðum var han Føroya løgmaður 1958-1962 og 1967-1968. Frá 1928 - 1968 var hann løgtingsmaður, árini sum løgmaður undantikin. Í tíðarskeiðnum 1964-1967 var hann fólkatingslimur.

Børn: Atli Pætursson Dam (1932 - 2005), Signar Dam, lækni, Bergur P. Dam (faðir Rigmor Dam)

  • Marius Johannesen : Dam, Peter Mohr í: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 3 (1979),s. 558
  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 266 (PDF-Download Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)