Føroya Realkreditstovnur
Føroya Realkreditstovnur ella Realurin (upprunaliga Færøernes Realkreditinstitut) er føroyskur fíggjarstovnur, sum hevur sum endamál at veita lán við veð í fiskiførum, farmaskipum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.[1]. Realurin hevði í 2011 ein eginpening á 718 mió. kr., útlán á 723 mió. kr. , eina fíggjarstøðu á 1.013 mió. kr, og hevði hann 3 starvsfólk í starvi.[2]
Realurin var stovnaður av danska statinum við fígging frá Marshallhjálpini í 1955. Realurin varð yvirtikin av føroysku myndugleikum í 1998, og hevur síðani virkað undir føroyskari løgtingslóggávu.
Søgan
rættaLongu í 1909 varð mál um at stovna kredittfelag tikið upp á Løgtingi, men væntandi lóggávu (tinglýsing og matrikulering) gjørdi, at tilgongdin steðgaði, hóast hjálp frá donskum myndugleikum.
Í 1945 var málið tikið uppaftur, og í samband við samráðingarnar um heimastýrisskipanina var í uppskotinum til heimastýrislóg tilsøgn givin frá donsku stjórnini um at hjálpa at seta á stovn eitt kredittfelag ("Kredittforening"). Sambært heimastýrislógini, ið varð samtykt í 1948, varð "kredittfeløg" føroyskt sermálsøki, og hóast nakrar royndir vóru gjørdar, steðgaði tilgongdin at stovna realkreditfelag í Føroyum aftur hesuferð.
Sum part av Marshall-hjálpini samtykti Fólkatingið lóg nr. 209 frá 7. juni 1952 om anvendelse af modydelsen af Det i henhold til det Europæiske genopbygningsprogram modtagne gaveydelser, ið m.a. heimilaði donsku stjórnini at lata 10 mió. kr. av Marshallhjálpini til føroysk endamál. Av hesum skuldi 2 mió. kr. latast sum grundfæ til eitt realkredittfelag í Føroyum, meðan restin skuldi lánast til føroyskt vinnulív, og skuldu rentur og avdráttir síðani fara til grundfæið í realkredittfelagnum. Fyri at uppfylla lógina var 21. august 1953 sett nevnd "med den opgave at overveje spørgsmålet i forbindelse med oprettelsen af et realkreditinstitut for Færøerne og fremsætte forslag til lov om oprettelse af et sådant institut". Í nevndina vóru valdir 16 limir, og gjørdist Viggo Kampmann formaður. Av teimum 16 fingu føroyingar 2 limir, Hákun Djurhuus, landsstýrismann, og Jóhann Djurhuus, skrivstovustjóra í landsstýrinum. Arbeiðssetningurin hjá nevndini segði onki um, hvat skuldi lánast út til, men valdi nevndin at avmarka seg til at ummæla realkredit til sethúsa- og skipafígging, umframt lán til kommunur og Løgtingið. Í álitinum frá nevndini, Betænkning angående oprettelse af et realkreditinstitut på Færøerne afgivet af det af statsministeriet den 21. august 1953 nedsatte udvalg, ið var útgivið í 1954, varð niðurstøðan, at realkredittstovnurin, ið skuldi hava heitið Færøernes Realkreditinstitut skuldi avmarka seg til lán við veð í fiskiskipum, men at tað seinni kundi verða ynskiligt við lóg at víðka virksemi til onnur endamál seinni. Við støði í álitinum samtykti Fólkatingið 12. mars 1955 Lov om Færøernes Realkreditinstitut.
Grundarfæið á 2. mió. kr. plus rentur og avdráttir av hinum 8 mió. kr. munaði ov lítið, og tí fekk stovnurin ymsa aðra fígging, bæði við og uttan veðhald frá donskum myndugleikum. Seinasta veðhaldið frá danska statinum til Realin var 300 mió. kr. gekk út 31. mars 1994.
Tann 10. juni 1998 varð avtala gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina fyri at enda tað sonevndu Bankakreppuna millum londini. Í avtaluna var m.a. semja gjørd um, at føroyskir skuldu yvirtaka rættin, ið danski staturin hevði yvir fyri Realinum. Tí var fólkatingslógin um Realin avtikin, og nýggj løgtingslóg, Løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn, varð samtykt av løgtinginum. Realurin hevur tí ikki longur nakað tilknýti til danska statin.[3]
Skipan av Realinum
rættaRealurin er stýrdur av eini stjórn, hvørs tríggir limir verða tilnevndir av landsstýrinum fyri eitt 5 ára tíðarskeið hvørja ferð. Stjórnin kann seta undirstjóra og metingarmenn. Eisini hevur Realurin eitt umboðsráð við 8 limum, ið verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. í umboðsráðnum sita 2 umboð fyri landsstýri, 2 fyri skuldararnar hjá Realinum, 2 fyri Føroya Reiðarafelag, meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Maskinmeistarafelag saman velja 2 limir í umboðsráðið.[4] Í løtunu (2012) eru limirnir í stjórnini Óli E. Heinesen, Virgar Dahl og Ulla Svarrer Wang. Undirstjóri er Leivur D. Michelsen[5].
Nevnast kann, at Atli Dam, fleirfaldur løgmaður Føroya, var varastjóri í Realinum frá 1981 - 1985 og frá januar 1989.
Lógargrundarlag
rætta- Lov nr. 60 af 12. marts 1955 om Færøernes Realkreditinstitut - uppruna (fólkatings-)lógin. Er avtikin.
- Lov om statsgaranti for obligationslån optaget af Færøernes Realkreditinstitut - lóg, ið heimilaði danska statinum at veðhalda fyri lán hjá Realinum. Lógin er ikki longur virkin.
- Løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn við seinni broytingum - galdandi lóg um Realin.
Slóðir
rætta- www.realurin.fo - heimasíðan hjá Realinum