Atli Pætursson Dam

(Ávíst frá Atli Dam)

Atli Pætursson Dam (12. september 1932 - 7. februar 2005)[1] føddur og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn seinastu árini av lívinum, var Føroya løgmaður árini 1970-1981, 1985-1989 og 1991-1993. Foreldur hansara vóru Sigrid Ragnhild f. Strøm, úr Trongisvági og Peter Mohr Dam av Tvøroyri. Hann var giftur við Oddvør Sólvá f. Hovgaard av Tvøroyri. Hann var útbúgvin Maskinverkfrøðingur í 1964. Hann varð valdur á Føroya Løgting í 1970 fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi. Hann varð valdur inn fyri Suðuroyar valdømi øll árini frá 1970 til 1990, tá hann stillaði upp fyri Suðurstreymoyar valdømi og varð valdur inn har og umboðaði Suðurstreymoy á Føroya Løgtingi árini 1990 - 1994. Hann var Føroya løgmaður fimm ferðir og fólkatingslimur frá 1987-88[2] og 1990-94. Hann tók seg aftur sum løgmaður 18. februar 1993 orsakað av fíggjarkreppuni og av heilsuávum. Marita Petersen tók við sum løgmaður eftir hann.

Atli Pætursson Dam
er eitt menniskja
Fødd(ur) 12. sep 1932 í/á Tvøroyri
Andaðist 7. feb 2005 í/á Tórshavn
Starv politikari, mechanical engineer, director
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Børn Helena Dam á Neystabø
Foreldur faðir Peter Mohr Dam
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 311580714
Commons Atli Dam

Hann var undirstjóri fyri Føroya Realkreditt frá 1981–1985 og aftur frá 1989 til hann doyði í 2005.

Eitt ið verður mett at vera tað størsta ið hann uppnáddi sum politikari, var tá ið hann megnaði at gera eina avtalu við táverandi danska forsætisráðharran Poul Schlutter, at Føroyar kundu yvirtaka undirgrundina og fingu øll rættindini til undirgrundina ið hoyrir til Føroyar. Yvirtøkan av undirgrundini fór fram í 1992.[3]

Tíðarlinja

rætta

Keldur

rætta
  1. Denstoredanske.dk
  2. snl.no
  3. Information.dk, Våde, sorte drømme