Froðba
Froðba er ein bygd í Suðuroy. Uttasta bygd á norðursíðuni á Trongisvágsfirði er Froðba. Tætt við Froðba er hitt vakra forbergið Froðbiarnípa við tí sjáldsama tindinum Báradrangur. Undir berginum við Froðbiarnýpu, er eina hola inn í bergið, sum verður nevnd "Hol í Helli". Í Froðba er sermerkt stabbagrót at finna í fleiri støðum. M.a. niðri við sjóvarmálan er stabbagrót sum er skapað í zigzag. Fram við niðara vegnum, beint við býlingin Í Bø, har ein gamal kirkjugarður er, er stabbagrót sum er skapað sum súlur, fram við vegnum. Stabbagrótið hevur fingið hetta skapið, tá eldgosið var á sinni. Kenda skaldið Poul F. Joensen búði á Hamri í Froðba, hann varð føddur og uppvaksin í Sumba, men giftist til Froðbiar og búði har meginpartin av sínum vaksna lívi. Ein minnisvarði er reistur tætt við húsið, har hann búði, til minnis um skaldið.
Froðba | |
Frodebø (danskt) | |
Bygd | |
Froðba
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Suðuroya sýsla |
Oyggj | Suðuroy |
Kommuna | Tvøroyrar kommuna |
Íbúgvar | 289 (2015)[1] |
Postnummur | FO-825 |
|
Kirkja hevur staðið Á Bø í Froðbø síðan miðøld. Trækirkja varð bygd í 1840, sum kom í staðin fyri gomlu lagaðu steinkrikjuna. í bókini Komissionsbetænkingen frá 1710 verður soleiðis sagt um gomlu steinkirkjuna í Froðbø, at hon var 13½ alin og 9 tummar long, harav kórið 3½ alin og 2 tummar. 6½ alin breið og 6½ alin høg. Hetta er umleið helvtina minni enn trækirkjan sum kom seinni.
Her varð eisini funnin ein rúnasteinur í forkirkjuni í gomlu steinkirkjuni, sum í 1825 bleiv sendur niður á National Museet í Keypmannahavn. Longu í 1856 varð kirkjan á Bø flutt inn til búðplássi longri inni á fjørðinum, sum nú nevnist Tvøroyri. Undir hválin ella, sum seinni eisini er nevnt Kirckwall, ella kirkjuvalur, uppí í býlinginum í Valinum. Við ídnaðarvøkstri og fólkaflyting til staðið, bleiv kirkjan skjótt ov lítil. Nýggja kirkjan á Tvøroyri varð tikin í brúk Kr. Himmalferðardag í 1908, og eftir tað kundu hvalvíkingar, ella sandvíkingar fara rættiliga til verka. Niels Persson, bygningssnikkari, á Tvøroyri, sum hevði gjørt tekningina til hvussu kirkjan skuldi síggja út í Hvalvík, stóð fyri arbeiðinum. í 1908 varð so gamla Froðbíjar kirkja flutt av Tvøroyri og til Sandvíkar, har tilfarið varð brúkt at byggja kirkjuna við, tó eru nøkur ting innan varðveitt. Kirkjan varð vígd 18. sunnudag eftir Trinitatis í 1908 í Sandvík.
Froðba er ein landnámsbygd ella bøur og hevur verið búsett síðan landnámstíðina, eisini eru hugleiðingar um at Froðba er enn eldri enn landnámsbygdirnar. Tað er ein søgn viðvíkjandi upprunan til nanvið Froðba um ein Danskan høvding ella kong áðrenn tíðarskeiði, sum vanliga verður sett í samband við víkingar og landnám, kom til Føroyar. Høvdingurin hæt Fróði, hann kom til Føroyar av óvart ávegis til Írlands. Óveður brast á og hann kom til Føroya. Tað var mjørki, og hann lovaði gudunum, at um hann fann land har drekkivatn var, so skuldi hann búseta seg har. Mjørkin lætti og hann kom til Froðbiar og fann eina á har, og so setti hann búgv har, søgnin sigur eisini at av tí hann fann land blótaði hann til ásarnir og gav tí staðinum har teir komu á land Ásdalur, dalur ásanna. Navnið hevur verið upprunaliga Froðabøur ella á norrønum Froðabær.
Myndir
rætta-
Stabbagrót fram við Froðbiarvegi í Froðba
-
Froðba
-
Froðba í kava, sæð frá Smyrli
-
Hol í Hellu
Keldur
rætta