Ørðavíkarlíð
millum Øravík og Trongisvág. Ferjulegan Krambatangi liggur í Øravíkarlíð.
Ørðavíkarlíð ella Líðin er ein bygd í Suðuroy. Bygdin liggur ímillum Trongsvág og Øravík. Heilt neyvt kann sigast, at Líðin strekkir seg frá Hellá til Skarðið. 67 fólk búgva í Líðini (2014). Ferjulegan Krambatangi er í Øravíkarlíð, Rúsdrekkasøla Landsins, eisini nevnd Rúsan, er á Langabakka í Øravíkarlíð. Drelnes og Saltsiloin eru eisini í Øravíkarlíð. Har, á Drelnesi, er bygd bryggja, sum stór skip kunnu leggja at, og har er eisini bygd stór saltgoymsla. Saltsiloin verður bygd um til eitt stórbært mentanarhús, arbeiðið byrjaði í 2013. Verkætlanin er stuðlað av Mærsk-grunninum, donsku stjórnini, Føroya Løgtingi og øðrum.
Ørðavíkarlíð (Líðin) | |
Bygd | |
Smyril Line í havnin.
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Suðuroya sýsla |
Oyggj | Suðuroy |
Kommuna | Tvøroyrar kommuna |
Íbúgvar | 60 (2015)[1] |
Postnummur | FO-826 (Trongisvágur) FO-827 (Ørðavík) |
Markatal | - |
|