Krambatangi
Krambatangi er eitt staðarnavn í Suðuroynni, sum var rættiliga ókent áðrenn 2005, tá ein ferjulega varð gjørd har til nýggja stranfara skipið Smyril, sum kom til landið í oktober 2005. Ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk samstundis sum nýggi Smyril kom. Áðrenn tað var ferjulegan á Drelnesi nýtt til Smyril, og áðrenn tað sigldi Smyril inn á Tvøroyrar Havn og á Vágs Havn. Í gomlum døgum, áðrenn vegur kom millum allar bygdir, sigldi Smyril inn til fleiri aðrar bygdir í Suðuroynni.
Krambatangi er í Øravíkarlíð, 3 km frá bygdini Øravík. Krambatangi er tætt við har sum Trongisvágur bygjar. Tvøroyri liggur hinumegin Trongisvágsfjørð.
Myndir
rætta-
Krambatangi 2004, ferjulegan er í gerð.
-
Smyril 1 liggur við kai við Handilin hjá Thomsen í 1899
-
Krambatangi 15. oktober 2005, tá Smyril V kom, Smyril IV liggur eisini við bryggju.