Trongisvágsfjørður

Trongisvágur er longsti fjørður í Suðuroynni. Fleiri bygdir liggja kring fjørðin, uttast á norðara armi liggur Froðba, síðan kemur Tvøroyri og innast í fjørðinum er Trongisvágur. Á sunnara armi er ein partur av Trongisvági og so kemur Líðin (Øravíkarlíð). Ferjulegan Krambatangi liggur á sunnara armi av fjørðinum, í Øravíkarlíð. Tvøroyrar Havn liggur eisini við Trongisvágsfjørð.

Trongisvágur og Trongisvágsfjørður.
Charles Lindbergh lendi við sínum flogfari á Trongisvágsfirði í 1933.

Charles Lingbergh og Wolfgang von Gronau lendu á Trongisvágsfirði

rætta

Í 1933 lendi flogfari hjá heimskenda amerikumanninum Charles Lindbergh á Trongisvágsfirði, tað vóru stórtíðindi tá í tíðini. Kona hansara Anne Morrow var við honum á ferðini, hon var annar pilotur. Tey høvdu stutta tíð frammanundan mist sonin eftir at hann varð buturførdur og dripin, so tey høvdu ikki hug til at verið við í veitslulag.[1] Lindbergh var fyrstur at flúgva tvørtur um Atlantarhavið uttan steðg, tað gjørdi hann 20.-21. mai 1927.[2] Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn hevur myndir frá hendingini. Týski flogskiparin Wolfgang von Gronau var fýra ár í slag og vitjaði á Tvøroyri, hann lendi eisini á Trongisvágsfirði. Tað einu ferðina segði hann, at hann fór til Íslands, og at hann fór at koma aftur til Tvøroyrar, men tað næsta fólk frættu um hann var at hann varð stórliga fagnaður í Amerika, tí hann hevði flogið runt um alla jørðina. Tað hendi í 1930.[3]

 
Trongisvágsfjørður, Tvøroyri, Trongisvágur, Øravíkarlíð og Krambatangi.

Keldur

rætta
  1. Ritograk.fo[deyð leinkja]
  2. Charleslindbergh.com
  3. Ritograk.fo[deyð leinkja]

Ávísing úteftir

rætta