Erling Eidesgaard
Erling Eidesgaard (føddur 18. september 1971) er ein føroyskur vinnulívsmaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn.
Erling Eidesgaard | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 18. sep 1971 í/á Tvøroyri |
Alma mater | Technical University of Denmark |
Starv | vinnulívsfólk, svimjari, engineer, ítróttarleiðari, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Lív E. Eidesgaard |
Foreldur | faðir Jóannes Eidesgaard |
Dátuheiti |
Lívsleið
rættaLívsleið sum vinnulívsmaður
rættaErling er stjóri í fyritøkuni Dism, sum var fyrsta føroyska fyritøkan, ið framleiddi føroyskt brennivín, sum orsakað av føroysku lóggávuni tó mátti framleiðast í øðrum landi enn Føroyum, men við føroyskum vatni, sum mátti útflytast til endamálið. Øll fýra sløgini sum Dism higartil hevur framleitt, Lívsins Vatn, Havið, Baraldur og Eldvatn (akvavitt, gin og vodka) hava vunnið heiðursmerki á altjóða blindsmakkikappingum. Eitt nú vunnu øll fýra sløgini antin gull ella silvur á blindsmakking í Eysturríki í 2014, har umleið 400 sløg av brennivíni frá 30 ymiskum londum luttóku.[1]
Erling hevur fyrr verið stjóri í fyritøkuni Eitt, sum var veitari av internet tænastum. Fyritøkan legði saman við aðrari størri fyritøku og er ikki til longur.
Lívsleið innan svimjing
rættaErling er formaður í Havnar Svimjifelag.[2] Hann svimur í masters kappingum og børn hansara: Lív, Vár og Bartal eru aktivir svimjarar, eitt nú vann dóttirin Lív Ólavsøkusvimjingina, næstelsta dóttirin Vár gjørdist nummar tvey og Erling sjálvur gjørdist nummar fýra tá øll eru tald við, sonurin Bartal luttók eisini sum einasta mannfólk undir 25 og vann hann tí eisini tað kappingina, Erling gjørdist nummar tvey í bólkinum hjá monnum yvir 25.[3] Lív (fødd 1999) er nú á føroyska landsliðnum í svimjing.
Familja
rættaErling er sonur Anitu og Jóannes Eidesgaard, sum var Føroya løgmaður 2004-08. Erling er giftur við Annu Eidesgaard, tey eiga børnini Lív, Vár og Bartal.
Keldur
rætta- ↑ "in.fo, Stórur heiður til føroyskt brennivín". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-13. https://web.archive.org/web/20200813051933/https://www.in.fo/news-detail/news/storur-heidur-til-foeroyskt-brennivin/. Heintað 2014-04-05.
- ↑ havnarsvimjifelag.com, Fakta um felagið
- ↑ svimjing.com, Lív vann Ólavsøkusvimjingina