Oyggjaleikir 2015
Vertsland Jersey
Luttakandi oyggjalond 24
Luttakandi ítróttarfólk 3000
Ítróttargreinir 14
Byrjar 27. juni 2015
Endar 3. juli 2015

XVI (16.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Jersey í døgunum 27. juni til 3. juli 2015. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2015 Natwest Island Games) av sponsor ávum.[1] 24 oyggjasamfeløg vóru við í oyggjaleikunum, og kappast varð í 16 ítróttagreinum á leikunum á Jersey. Føroyar plaga at klára seg væl innan innan fimleik og judo, men hesar ítróttagreinar vórðu ikki umboðaðar á Oyggjaleikunum 2015.[2] Føroyar endaðu á fjórðaplássið við 18 gull, 18 silvur og 24 bronsuheiðursmerkjum. Av teimum 60 heiðurmerkjunum hjá Føroyum komu meira enn helmingurin, 36 heiðursmerki, frá svimjingini: 10 gull, 10 silvur og 16 bronsuheiðursmerki. Vertsoyggin Jersey vann kappingina við 50 gull, 54 silvur og 29 bronsuheiðursmerkjum. Isle of Man gjørdist nummar tvey og Guernsey nummar trý.

Luttakandi oyggjar rætta

24 oyggjar/oyggjalond luttaka á Oyggjaleikum 2015, oyggjarnar eru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum.[3]

Ítróttagreinir rætta

Føroysku ítróttafólkini kappaðust í bogaskjóting, frælsari ítrótt, badminton, kurvabólti, súkkling, fjallasúkkling, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flogbólti, strandarflogbólti, triathlon og svimjing.[4]

Heiðursmerkjabýti rætta

Frágreiðing:

  Vertslandið verður víst við lavendilbláum

Endaliga støðan:

Nr. Tjóð Gull Silvur Bronsa Tilsamans
1   Jersey 50 54 29 133
2   Oyggin Man 34 27 29 90
3   Guernsey 28 25 42 95
4   Føroyar 18 18 24 60
5   Gotland 17 8 16 41
6   Caymanoyggjar 14 11 8 33
7   Oyggin Wight 10 13 12 35
8   Saaremaa 7 9 4 20
9   Western Isles 7 6 5 18
10   Hetland 6 8 9 23
11   Gibraltar 6 5 6 17
12   Bermuda 5 7 4 16
13   Ynys Môn 5 0 3 8
14   Áland 3 9 12 24
15   Menorka 3 6 6 15
16   Hitra 2 3 4 9
17   Sark 1 1 2 4
18   Rodos 1 1 0 2
19   Grønland 1 0 0 1
20   Orknoyggjar 0 2 3 5
21   Falkland Islands 0 2 0 2
22   St. Helena 0 0 1 1
23   Alderney 0 0 0 0
  Frøya, Sør-Trøndelag 0 0 0 0
Total 218 215 219 652

Keldur rætta

  1. NatWest and the International Island Games Association announce continued sponsorship agreement
  2. "aktuelt.fo - 2700 ítróttafólk til oyggjaleikir á Jersey". http://aktuelt.fo/2700+itrottafolk+til+oyggjaleikir+a+jersey.html. Heintað 2015-01-30. 
  3. Participating Islands to Jersey 2015
  4. So fara vit aftur á oyggjaleikir, isf.fo
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið