Gibraltar
| |||
Tjóðarslagorð: Conquered By No Enemy | |||
Tjóðsangur: "Gibraltar Anthem" | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Gibraltar | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Landsstýrisformaður | Sir David Steel | ||
Fullveldi | Onki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
6.5 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
29 431 4,290/km² | ||
Gjaldoyra | Gibraltar Pund (GIP) | ||
Tíðarøki | UTC + 1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gi | ||
Telefonkota | +350
| ||
Gibraltar er bretskt hjáland á suðurendanum í Spania. Høvuðsstaður er Gibraltar (býur), londinum hevur umleið 29 400 íbúgvar og høvuðsmálið er enskt. Gibraltar er ein kálkklettur, sum bretar hava gjørt til skansa at verja innsiglingina til Miðjarðarhavið við í ófriðartíðum.
Gibraltar hevur verið bretskt síðani 1713, men spaniumenn vilja hava økið aftur. At spanska kongshúsið eisini er misnøgt sást, tá Elisabeth drotning hátíðarhelt síni 60 ára trúnuni í 2012, tí tá var tað spanska kongshúsið tað einasta, sum ikki hevði sent umboð til London [1]. Umleið 29 000 fólk búgva í Gibraltar, og á fólkaatkvøðu í 1967 og aftur í 2002 søgdu tey flestu, at tey vilja halda fram undir bretskum stýri. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur.
Lítla bretska hjálandið Gibraltar er bert 6,5 km2 í vídd, og um 30 000 fólk búgva har. Flogvøllurin liggur út í sjógvin báðumegin og tvørturum hálvoynna inn móti Spania. Bilarnir koyra tvørtur um flogvøllurin til og frá Gibraltar.
Søga
rættaBretar tóku Gibraltar í 1704 at vissa sær, at teir kundu fáa siglt inn í Miðjarðarhav. Tá Stóra Bretland var heimsveldi, og Evropa var heimsins harðasti stríðsvøllur, ráddi um at hava Gibraltar sum skansa og herflotastøð við innsiglingina til Miðjarðarhavið. Undir Øðrum heimsbardaga var Gibraltar lívsneyðug fyri teir sameindu ímóti Italia og týska herflotanum. Men serliga síðan Spania bleiv limur í ES og NATO saman við Stóra Bretlandi, og síðan Kalda kríggið endaði, er hermálsliga nyttan hjá Stóra Bretlandi í Gibraltar nógv minkað.
Teir 25 000 íbúgvarnir á Gibraltar vilja fegin hoyra til Bretland í fólkaatkvøðu um tjóðarstøðu sína í 2002, hóast móðurlandið er 3.000 km burtur. 17 900 (98.97 %) valdu at halda fram sum bretskt hjáland [2].
Landafrøði
rættaSuður úr Spania er hálvoyggin Gibraltar, sum hoyrir til bretska ríkið. Gibraltar er bert 6.5 ferkilometrar til ummáls og fyri tað mesta eitt 250 m. høgt kálksteinsfjall (Gibraltar Kletturin) landfast við Spania fyri norðan.
Gibraltarsund
rættaTronga sundið við Gibraltar er einasta farleið úr Miðjarðarhavi í Atlantshav. Í tronganum eru bara 13 km. úr Evropa í Afrika. Sólarhitin ger, at vatn í Miðjarðarhavi guvar skjótari burtur, so sjógvurin verður saltari enn í Atlantshavi. Sjógvur úr Atlantshavi rennur tí í vatnsskorpuni inn í Miðjarðarhav gjøgnum Gibraltarsund, meðan tyngri og saltari sjógvur rennur út eftir botninum hin vegin.
Stað | Íbugvar | Prosent | |
---|---|---|---|
1 | Eystursida | 429 | 1,54% |
2 | Norðurstaður | 4 116 | 14,97% |
3 | "Reclamation" staður | 9 599 | 34,91% |
4 | Sandkassistaður | 2 207 | 8,03% |
5 | Suðurstaður | 4 257 | 15,48% |
6 | Bý-staðnum | 3 588 | 13,05% |
7 | Ývirbý | 2 805 | 10,20% |
8 | Tað ið eftir er | 494 | 1,82% |
9 | Gibraltar | 27 495 | 100% |
Sí eisini
rættaÁvisingar úteftir
rætta- Gibraltar, wikivoyage.org
- Fólkaflokkurin - Aftur óvissa um Gibraltar.
Keldur
rætta