Falklandsoyggjar

(Ávíst frá Falkland Islands)
Islas Malvinas
Falkland Islands
Falklandsoyggjar
Flagg Falklandsoyggjar
(Flagg Falklandsoyggjar)
Skjaldarmerki Falklandsoyggjar
(Skjaldarmerki Falklandsoyggjar)
Tjóðarslagorð: Desire the right
Tjóðsangur: God Save the Queen
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Stanley
Drotning Elisabeth II
Guvernørur Colin Roberts
Fullveldi Onki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
12,173 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
2 955
0.25/km²
Gjaldoyra Falklands-Pfund (FKP)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .fk
Telefonkota +500
1Undir Stóra Bretlandi síðan 1982

Falklandsoyggjar (enskt: Falkland Islands; spanskt: Islas Malvinas) er ein oyggjabólkur sum hoyrir undir bretsku trúnuna. Falklandsbúgvar hava nakað av heimastýri og egnu stýrisskipan. Oyggjabólkurin er nakað umstríddur. Argentinar kanna sær økið og nevna oyggjarnar har Islas Malvinas. Oyggjarnar vóru fýrst spanskar og siðan argentinskar frá 1767 til 1833, tá ið bretar tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava Bretland og Argentina trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í 1982 hertók Argentina oyggjarnar, men nakrar vikur seinni róku bretar teir aftur. Ósemjan er harðnað, síðani bretska stjórnin loyvdi oljuleiting við oyggjarnar fyri nøkrum árum síðani. Størsti býurin og høvuðsstaður er Stanley. Argentinar vilja tingast um sjálvstýri fyri Falklandsoyggjar, meðan bretar tilskila sær yvirvaldsrættin har.

Millum 3000 og 4000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum. Harafturat eru umleið 1000 bretskir hermenn har. Fjarstøðan til Bretlands er 14.000 kilometrar (10 ferðir teinin millum Vágar og København). Flogtúrurin tekur 15 tímar, sambandið loftvegis er nakrar fáar ferðir um vikuna og skipasambandið fáar ferðir um mánaðin. Oyggjarnar eru 12.000 km2, ið er 8 ferðir størri enn Føroyar til ummáls.

Politikkur

rætta

Fólkaatkvøða 2013

rætta

Úrslitið av fólka­atkvøð­uni í 2013 á Falk­lands­oyggjunum er greitt: Næstan 100 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, siga ja til, at oyggjalandið fram­hald­andi skal vera part­ur av Stóra Bretlandi [1][2]. 99,8 prosent av falk­lend­ingum hava atkvøtt ja til Stóra Bretland. Meirlutin er so stórur, at hann næstan er skemtiligur, men hetta gjørdist úrslitið av fólkaatkvøðuni á Falk­landsoyggjunum, og tað kemur ikki óvart á: Falk­lendingar vilja vera partur av Stóra Bretlandi, soleiðis sum allar kanningar fram­m­anundan fólkaatkvøðuni eisini vístu púra greitt. 1517 fólk greiddu at­kvøðu, og hetta er ein val­luttøka uppá 92 prosent. Og bara tríggir av teimum 1517 veljarunum søgdu nei til Stóra Bretland. Falklendingar minn­ast enn serstakliga væl, tá Argentina gjørdi inn­rás í 1982 og tað óhugna­liga kríggið, sum valdaði í tríggjar vikur, til Stóra Bretland hevði bart argentinarar aftur. Fólkaatkvøðan varð hild­in, tí Argentina heldur fram at trýsta á fyri at fáa bretar at sessast við samráðingarborðið. Argentina vil hava oyggja­landið undir sítt ræði, men London hevur víst hesum frá sær.

Myndir

rætta


Keldur

rætta
  1. http://news.yahoo.com/falklands-vote-shows-99-8-pct-want-stay-034859843.html
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-03-15. https://web.archive.org/web/20130315004207/http://www.euronews.com/2013/03/12/falkland-islanders-vote-99-percent-to-remain-british-in-referendum. Heintað 2013-04-18. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið