Havnar Róðrarfelag
Havnar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag við heimstaði í Havn.
Havnar Róðrarfelag eigur fleiri kappróðrarbátar. Ein av teimum er Havnarbáturin sum er 10-mannafar. Havnarbáturin hevur vunnið føroyameistaraheitið 12 ferðir.
Mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum
rættaHavnar róðrarfelag er mest vinnandi róðrarfelag í Føroyum tá hugt verður eftir hagtølum aftur til 1973. Í 2012 hevði felagið vunnið 61 FM heitið árini 1973-2012.[1] Havnar róðrarfelag er eisini mest vinnandi róðrarfelag, tá hugt verður eftir hagtølum frá 1973-2012 viðvíkjandi gull, silvur og bronsu á FM-kappróðrunum sum hava verið kring landið á stevnunum. Havnar Róðrarfelag vann 320 gull, 266 silvur og 227 bronsu heiðursmerki í tíðarskeiðnum 1973-2012.[2]
Bátar hjá Havnar Róðrarfelag
rætta- Drekin, 5 mannafar
- Sílið, 5 mannafar
- Títlingur, 5 mannafar
- Gongurólvur, 6 mannafar
- Víkingur, 6 mannafar
- Ørvur, 8 mannafar
- Bláskelin, 10 mannafar
- Havnarbáturin, 10 mannafar
Føroyameistaraheiti
rættaFleiri av bátunum hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið føroyameistaraheitið. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær bátsmanningar, ið hava vunni FM. Barnaróður og Masters eru ikki við í yvirlitinum. Hagtølini eru frá heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag.
Bátur | Slag av báti | Slag av kappróðri | Føroyameistari ár |
---|---|---|---|
Drekin | 5-mannafar | Dreingir (undir 18) | 1993, 1996, 1997, 2012 |
Drekin | 5-mannafar | Dreingir | 2008 |
Drekin | 5-mannafar | Kvinnur | 2003 |
Sílið | 5-mannafar | Dreingir | 1973, 1974, 1978, 1983, 1992, 2002, 2003, 2008 |
Sílið | 5-mannafar | Kvinnur | 1974, 1976, 1980, 1981, 1982, 1985, 1995, 1996, 2002, 2005, 2007, 2008 |
Gongurólvur | 6-mannafar | Kvinnur | 1984, 1985, 1988, 1994, 1995, 2003, 2011 |
Gongurólvur | 6-mannafar | Menn | 1981, 1982, 1983, 1984, 1996, 2005 |
Ørvur | 8-mannafar | Menn | 1974, 1975, 1984, 1986, 1987, 1999, 2003 |
Havnarbáturin | 10-mannafar | Menn | 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978, 1979, 1990, 1991, 1996, 2001, 2004, 2008[3] |
Heiður
rættaÍ 2011 var árliga gallaveitslan fyri kappróðrarfólk hildin í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Havnar Róðrarfelag vann heiður í hesum bólkum:
- Besta Start hjá monnum 2011 - 8 mannfarið Ørvur
- Besta endaspurt 2011 hjá kvinnum - 6 mannfarið Gongurólvur
- Ársins come back, kvinnur - 6 mannfarið Gongurólvur[4]
Nevndin
rættaHavnar Róðrarfelag hevur 5-mannað nevnd:[5]
- Skarpheðin Njálson, formaður
- Róar W. Dalsgaard, skrivari
- Sigfríður á Plógv Hansen, næstformaður
- Jóan Pauli Lamhauge, kassameistari
- Eirikur á Kletti, nevndarlimur
Myndir
rætta-
Drekin á Trongisvágsfirði á jóansøku 2011.
-
Drekin vann róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum á Jóansøku 2012.
-
Kvinnumanningin á Gongurólvi á Jóansøku 2011. Tær vunnu eisini FM tað árið. Gongurólvur er næstmest vinnandi 6-mannafarið hjá kvinnum við 43 gull, 42 silvur og 30 bronsu heiðursmerkjum frá 1973-2011.
-
8-mannafarið Ørvur á jóansøku 2011
-
Havnarbáturin er mest vinnandi báturin hjá 10-mannaførum við 13 FM, 53 gull, 54 silvur og 41 bronsu heiðursmerkjum. Myndin er tikin á Sundalagsstevnu 2012.
Keldur
rætta- ↑ Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)
- ↑ Mest vinnandi feløgini (1973-)
- ↑ "Drekin.fo, Havnarbáturin". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=53. Heintað 2012-07-29.
- ↑ Vagaportal.fo, Argja Róðrarfelag ársins felag[deyð leinkja]
- ↑ "Drekin.fo". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=teaminfo&TeamID=5. Heintað 2010-12-07.