Jóansøka
Jóansøka (á donskum Sankt Hans) er høgtíð á miðsumri, 24. juni. Jóansøka eitur eftir Jóhannesi Doyparanum í Bíbliuni. Sambært Lukasar evangelium kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn Jesus, og soleiðis er føðingardagurin ásettur til 24. juni.
Í grannalondum okkara, eitt nú í Danmark, er siður at brenna bál á jóansøku - og ofta er bálið prýtt við eini dukku, ið skal ímynda eina heks. Hesin siður at brenna bál hevur uppurnaliga til endamáls at styggja tað ónda burtur. Við eini "heks" á bálinum er hetta gjørt meira ítøkiligt. Siðurin at brenna jóansøkubál er nýggjur í Føroyum, men hevur í hvussu er verið vanligur seinnu árini - sum eitt hugnaligt og sosialt tiltak eitt góðveðurskvøld.
At stevna verður hildin í Suðuroynni er ikki so gamal siður; tað var í 1923, at suðringar avgjørdu at halda ólavsøku á Tvøroyri. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til Havnar í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í 1924, broyttist tíðspunktið fyri stevnuni kortini til síðst í juni, samstundis sum danir halda Skt. Hans.
Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í Suðuroy 24. juni ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er kappróður ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í Vági (makað árstal) og annað hvørt ár á Tvøroyri (stakt árstal).
Vanligt er, at nýfloygdar pisur fara á jóansøku at hátíðarhalda prógvið og annars vera saman eina seinastu ferð. Pisufundur plagar eisini at vera fríggjadagin á jóansøku.
Í 2006 varð fyrsti Jóansøkufestivalurin hildin, tað var tónleikatiltak á jóansøku. Seinastu árini hevur hann tó bert verið hildin á Tvøroyri.
Jóansøkumyndir
rætta-
Kappróður á jóansøku á Tvøroyri 27. juni 2009.
-
Kappróður á jóansøku í Vági 26. juni 2010.
-
Tvøroyrar Hornorkestur spælir til jóansøkusetanina í Vági 2010.
-
Jóansøka 2012, fólk savnaðust um Suðuroying, sum júst hevði vunnið 10-mannafarsróðurin.
-
Sirið Stenberg setti jóansøkuna 2012.
-
Á jóansøku fáa studantirnir ofta prógvini handað, av og á er jóansøka tó áðrenn tey eru liðug. Hetta var í 2010 við Minnisvarðan í Vági, Annika Olsen, landsstýriskvinna, helt røðu.
Keldur
rætta- Ólavsøkan, ið gjørdist jóansøka. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1984