Tvøroyrar Hornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur er eitt føroyskt hornorkestur av Tvøroyri. Tvøroyrar Hornorkestur varð stovnað í 1978. Ein av teimum, sum var við til at stovna hornorkestrið, var Hugh Watkins.[1] Tvøroyrar Hornorkestur hevur hornblásarar úr allari oynni. Í apríl 2008 var 30-ára dagurin hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri,[2] og árliga Musikkstevnan varð eisini hildin í høllini í Trongisvági um somu tíð.