Stevnur eru kring Føroyar nærum hvørt vikuskifti í juni og juli. Flestu av stevnunum hava kappróður sum eitt av høvuðs ítróttar tiltøkunum. Tó er ikki allur kappróður við í Føroyameistara kappingini. Kappróður er altíð leygardagar, uttan á Ólavsøku, tá kappróðurin altíð verður fyriskipaður ólavsøkuaftan 28. juli. Í heilt serligum førum kann kappróðurin tó flytast til dagin eftir, tí tað als ikki hevur viðrað tann dagin, tá hann skuldi vera.

kappróðrarbátarnir standa klárir á havnalagnum í Havn á Ólavsøku 2011.
Barnaróður á Norðoyastevnu 2012.
Á Jóansøku fáa pisurnar ofta prógvini handað. Henda myndin er frá Jóansøku 2010 í Vági.
Eystanstevna í Runavík 2012, 10-mannafør á veg upp á bátadráttin eftir kappróðurin.

Stevnur í Føroyum við FM kappróðri rætta

Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru.

  • Norðoyastevna er oftast fyrsta vikuskifti í juni í Klaksvík, FM kappróður er hvørt ár á Norðoyastevnu, tað er fyrsti róðurin
  • Eystanstevna er annað vikuskifti í juni í Runavík, FM róður er annað hvørt ár á Eystanstevnu, líka ár (2004, 06, 08, 2010 osfr.). Eystanstevna og Varmakeldustevnan skiftast um at hava FM kappróður.
  • Sundalagsstevna er eitt vikuskifti um miðan juni. Tríggjar bygdir skiftast um at vera vertir, tær eru: Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík.[1] Í 2007 og 2010 var stevnan í Hvalvík, í 2008 og 2011 í Hósvík, í 2006, 2009[2] og 2012 í Kollafirði.
  • Jóansøka er seinasta vikuskifti í juni ella tann leygardagin sum liggur tættast við jóansøkudag sum er 24. juni. Jóansøkan er annað hvør ár í Vági (líka ár, t.d. 2008, 2010 og 2012) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár, t.d. 2007, 09 og 2011). FM kappróður er altíð á jóansøku.
  • Varmakelda er fyrsta vikuskifti í juli í Fuglafirði, FM róður er annað hvørt ár, 2005, 07, 09, 2011 osfr.
  • Vestanstevna er eitt vikuskifti í fyrra helmingi av juli, í 2012 er stevnan 14. juli, í 2011 var hon 9. juli. Stevnan skiftir millum 3 tær størstu bygdir í Vágum, tað vil siga, at Vestanstevnan er triðja hvørt ár í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Stevnan var 2005, 2008 og 2011 í Miðvági, í Sandavági í 2006 og 2009 og í Sørvági í 2007 og 2010. Fyrr var Vestanstevnan eisini hildin í Vestmanna, seinastu ferð var ár 2000.[3]
  • Fjarðastevna er um hálvan juli, í 2012 er stevnan 7. juli. Annað hvørt ár (líka ár) í Vestmanna (2004, 06, 08, 2010 og 2012). Strendur og Skála skiftast um at hava FM róðurin fjórða hvørt ár. Í 2007 og 2011 var fjarðastevnan við FM kappróðri á Strondum, í 2005 og 2009 á Skála.
  • Ólavsøka, ólavsøkukappróðurin er ólavsøkuaftan 28. juli í Havn. Seinasti FM kappróðurin er altíð á Ólavsøku.

Stevnur 2013 rætta

Í 2013 verður FM kappróður hesar dagar og á hesum stevnum og bygdum/býum:

  1. Norðoyastevna í Klaksvík - 1. juni
  2. Sundalagsstevna í Hvalvík - 15. juni
  3. Fjarðastevna á Skála - 22. juni
  4. Jóansøka á Tvøroyri - 29. juni
  5. Eystanstevna í Fuglafirði - 6. juli
  6. Vestanstevna í Sørvági - 13. juli
  7. Ólavsøka í Havn - 28. juli

Stevnur 2014 rætta

Í 2014 verður FM kappróður hesar dagar og á hesum stevnum:

  1. Norðoyarstevna í Klaksvík 31. mai 2014
  2. Eystanstevna 07. juni 2014
  3. Sundalagsstevna 14. juni 2014
  4. Jóansøka í Vági 28. juni 2014
  5. Fjarðastevna 05. juli 2014
  6. Vestanstevna 12. juli 2014
  7. Ólavsøka 28. juli 2014

Aðrar stevnur rætta

Ymisk onnur sløg av stevnum eru í Føroyum, sum onki hava við kappróður at gera. Nevnast kunnu t.d.

Keldur rætta

  1. RSF.fo[deyð leinkja]
  2. Torshavn.fo
  3. Drekin.fo - Bestu tíðirnar frá Vestanstevna (Vestmanna) (1973-)
  4. VisitTorshavn.fo
  5. VisitEysturoy.fo

Útvortis ávísingar rætta