Jóhannes Doyparin
Í Nýggja Testamenti er Jóhannes Doyparin (hebraiskt: יוחנן המטביל) undanmaður hjá Jesusi; hann prædikar umvending í oyðimørkini, boðar at Jesus skal koma og doypir mong, eisini Jesus, í ánni Jórdan. Jóhannes var sonur Elisabet, ið var systkinabarn Mariu Moy. Foreldur hansara fingu at vita frá Gabriel høvuðseingil, at hann skuldi gerast profetur. Hann fór út í oyðimørkina í Júdea og livdi av ongsprettum og villum hunangi. Og har fór hann undir at doypa fólk og segði, at hann var boðberi fyri ein, ið er nógv sterkari enn hann sjálvur. Jóhannes meinti við Jesus, sum hann helt vera hin rætta at doypa seg.
Føðing Jóhannesar
rættaTá ið Heródes var kongur í Júdea, var har ein prestur, sum æt Sakarias. Kona hansara æt Elisabet og var av Árons ætt. Tey vóru bæði gudrøkin og royndu at liva eftir Guds boðum. Sakarias og Elisabet vóru væl til aldurs og áttu eingi børn.
Einaferð, meðan Sakarias var í templinum og bar fram roykilsisoffrið, sá hann ein eingil frá Gudi standa høgrumegin altarið. Sakariasi varð dátt við hesi sjón; men eingilin segði: Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Hann skal vera mikil fyri eygum Harrans. Vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá moðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda. Sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Elia, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.
Hvussu skal eg vita hetta vist? Tí eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs? Spurdi Sakarias. Eingilin svaraði honum og segði: Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guds, og eg eri sendur út at bera tær hesi gleðiboðini. Tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, afturfyri at tú trúði ikki orðum mínum.
Tey, sum sótu uttanfyri og bíðaðu, meðan Sakarias var inni í templinum, ótolnaðust, og tey skiltu ikki, at Sakarias var so leingi í templinum. Tá ið hann kom út aftur, fekk hann ikki talað, men gjørdi tekin í staðin fyri at lýsa signingina. Tá skiltu tey, at hann mundi hava havt eina sjón, og tey undraðust.
Sonurin, sum eingilin hevði boðað Sakarias frá, var nú komin. Grannar og frændur komu at vitja og gleðast saman við teimum. Átta dagir eftir tað, at barnið var føtt, komu teir at umskera barnið og geva tí navn. Teir ætlaðu, at tað skuldi eita Sakarias eftir faðir sínum; men Elisabet segði: “Hann skal eita Jóhannes”.
Hetta hildu teir vera løgið, tí eingin í ættini æt Jóhannes. Teir spurdu Sakarias, hvussu hann vildi barnið skuldi eita. Sakarias gjørdi tekin at fáa eina talvu, og tá ið hann fekk talvuna, skrivaði hann: “Jóhannes er navn hansara”. Í somu stund fekk Sakarias málið aftur, og hann lovaði Gudi. Barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkini, til hann steig fram fyri Ísrael.