Havnarbáturin er eitt tíggjumannafar hjá Havnar Róðrarfelag. Báturin er hvítur og hevur bláar listar. Eins og allir hinir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, so hevur hann tað eyðkenda drekastevni.

Havnarbáturin í 2012.
Sermerkta drekahøvdi, sum prýðir stevni á Havnarbátinum og øðrum bátum hjá Havnar Róðrarfelag.

Føroyameistari Edit

Havnarbáturin er vorðin Føroyameistari 13 ferðir, tað er met hjá 10-mannaførum.[1] FM heitini vann hann hesi árini:

  • 1973
  • 1974
  • 1975
  • 1976
  • 1977
  • 1978
  • 1979
  • 1990
  • 1991
  • 1996
  • 2001
  • 2004
  • 2008[2]

Keldur Edit

  1. Drekin.fo, Mest vinnandi bátar (1973-)
  2. Drekin.fo, Havnarbáturin

Útvortis ávísingar Edit