Knørrur er eitt áttamannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn.

Knørrur
Navn: Knørrur.
Stødd: Áttamannafar.
Litir: Bláur við hvítari rond.
Sermerki: Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Byggiár: 2000.
Smiður: Sámal Hansen.
Heimasíða: rk.fo/knorrur

Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.

Navnið Knørrur stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Knørri hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.

Verandi Knørrur er hin annar í røðini; tann fyrsti kom í 1985. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin.

Føroyameistari rætta

Knørrur hevur vunnið FM fýra ferðir í bólkinum 8 mannafør:

  • 1985
  • 1989
  • 1990
  • 2006
  • 2022[1]

Keldur rætta

  1. "Drekin.fo, Knørrur". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=43. Heintað 2012-06-27. 

Slóðir úteftir rætta