Róðrarfelagið Knørrur
Róðrarfelagið Knørrur (RK) er eitt róðrarfelag í Tórshavn. Felagið varð stovnað 28. februar í 1985 og hevur øll árini hildið til í neystinum við Lágu kai á Skálatrøð. Síðan 2011 hevur felagið eisini hildið til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. Innivenjingin er í Tollbúðini á Eystaru bryggju.
Stovnað: | 28. februar 1985. |
Bátar: | Jallurin, Tambar, Pílur, Jarnbardur, Herningur, Knørrur, Ormurin Langi, Úlvur, Silkisegl og Kongurin. |
Bátslitir: | Bláir við hvítari rond. |
Sermerki: | Føroyskan stavn. Øll bátsnøvn úr kvæðinum um Ormin Langa. |
Tilhald: | við Lágu kai á Skálatrøð og í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. |
Heimasíða: | rk.fo |
Felagið hevur níggju bátar. Teir eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur, Herningur og Silkisegl, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Harumframt hevur felagið eisini tristin Úlv, ið verður nýttur til smábarnaróður.
Bátar felagsins eru bláir við hvítari rond, hava føroyskan stavn og hava allir nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Føroyameistaraheiti
rættaTambar, gentur: 2018
Jallurin, dreingir: 2011, 2022
Jallurin, kvinnur: 2017
Jarnbardur, kvinnur: 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015, 2020, 2021, 2022, 2023
Jarnbardur, menn: 2013
Knørrur: 1985, 1989, 1990, 2006, 2022
Ormurin Langi: 2018, 2019, 2020
Myndir
rætta-
Tambar, eina góðveðursløtu í Sandagerði. Mynd: Ólavur Frederiksen, 21. juli 2019.
-
Knørradrongur og knørragenta leggja út árar. Mynd: Ólavur Frederiksen, 21. juli 2019.
-
Ormurin Langi venur á Kollafirði. Mynd: Ólavur Frederiksen, 26. juni 2019.
-
Tambar. Mynd: Per á Hædd, 25. apríl 2008.
-
Knørrur. Mynd: Per á Hædd, 25. apríl 2008.
-
Jallurin kappróður á Norðoyastevnu 2012, barnaróður, gentur 2012, sum Jallurin vann.
-
Ormurin Langi rør kapp við 10-mannaførum Masters.
-
Tríggjar manningar hjá Róðrarfelagnum Knørri á Jóansøku 2012, Jallurin, 5-mannafar dreingir, Pílur barnaróður dreingir og Jallurin barnaróður gentur.