Jarnbardur
Jarnbardur er eitt seksmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn.
Navn: | Jarnbardur. |
Stødd: | Seksmannafar. |
Litir: | Bláur við hvítari rond. |
Sermerki: | Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa. |
Byggiár: | 2009. |
Smiður: | Sámal Hansen. |
Heimasíða: | rk.fo/jarnbardur |
Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.
Navnið Jarnbardur stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Jarnbardi hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.
Verandi Jarnbardur er tann triði í røðini; tann fyrsti kom í 1990. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur (bátur), seksmannafarið Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannafarið Ormurin Langi.
Føroyameistari rætta
Jarnbardur hevur vunnið FM heili 18 ferðir ferðir í bólkinum 6-mannafør kvinnur:
- 1991
- 1992
- 1993
- 1997
- 1999
- 2000
- 2002
- 2004
- 2005
- 2007
- 2008
- 2013
- 2014
- 2015
- 2020
- 2021
- 2022
- 2023[1]
Keldur rætta
- ↑ "Drekin.fo". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=28. Heintað 2012-06-27.