Jallurin er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn.

Navn: Jallurin.
Stødd: Fimmmannafar.
Litir: Bláur við hvítari rond.
Sermerki: Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Byggiár: 2011.
Smiður: Sámal Hansen. Archived 2011-07-26 at the Wayback Machine
Heimasíða: rk.fo/jallurin
Jallurin við dreingjum, føroyameistari 2011

Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn.

Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Jallinum hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.

Fyrsti Jallurin kom í 2006. Verandi bátur er annar í røðini og varð bygdur í 2011. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaørini Ormurin Langi og Kongurin.


Slóðir úteftir rætta