Tambar er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn.

Navn: Tambar.
Stødd: Fimmmannafar.
Litir: Bláur við hvítari rond.
Sermerki: Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Byggiár: 2018.
Smiður: Terje Reinert Jacobsen.
Heimasíða: rk.fo/tambar
Tambar.

Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn.

Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Tambar hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.

Tambar róði fyrstu ferð í 2007. Verandi Tambar er tann triði í røðini og varð bygdur í 2018. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin.


Slóðir úteftir rætta