Yitzhak Rabin (føddur 1. mars 1922 í Jerusalem, deyður 4. november 1995 í Tel Aviv) var israelskur politikari og generalur.[2] Hann var forsætisráðharri í Ísrael frá 1974 til 1977 og frá 1992 til 1995.

Yitzhak Rabin
Yitzhak Rabin og Yasser Arafat í Washington í 1993.[1]

Í 1994 fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina fyri Oslo-avtaluna, saman við Yasser Arafat og Shimon Peres.[3] Árið eftir varð hann myrdur av einum víðgongdum og sera høgrasinnaðum yvirgangsmanni, við navninum Yigal Amir.[4][5]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta