Silvio Berlusconi
Silvio Berlusconi (føddur 29. september 1936 í Milano, deyður 12. juni 2023 sama stað) var italskur ríkmaður og politikari, sum tríggjar ferðir hevur verið forsætisráðharri í Italia.[1][2]
Berlusconi varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra í 1994, men sat tá bert í eitt ár. Síðani gjørdist hann aftur forsætisráðharri frá 2001 til 2006. Í 2008 gjørdist hann aftur stjørnarleiðari í Italia. Hann var mest múgvandi persónur í Italia og í 2010 nummar 74 av mest múgvandi persónum í heiminum.[3] Frá 1986 til 2017 átti hann fótbóltsfelagið AC Milan og átti eisini sjónvarpsrásir og tíðindabløð. Hann stovnaði í 90unum sín egna politiska flokk Forza Italia.
Í apríl 2011 kunngjørdi Berlusconi á eini samkomu fyri útlendskum tíðindafólkum, at hann hevði gjørt av at gevast í politikki, tá valskeiðið er av. Hann vísti samstundis aftur, at hann ætlar at gerast forseti í Italia.
Í oktober 2012 varð Berlusconi dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri skattasvik.[4] Hesin dómurin varð tó nakrar fáar tímar seinni broyttur og hann fekk linari revsing. Revsingin bleiv stytt til eitt árs fongsul. Hetta varð gjørt, tí at fongslini í Italia vóru yvirfylt. [5] Revsingin bleiv seinni broytt til húsavarðhald.[6]
Slóðir úteftir
rætta- Berlusconi deyður, dagur.fo, 12. juni 2023
- Silvio BERLUSCONI, europa.eu (á donskum)
Keldur
rætta- ↑ Berlusconi træder tilbage, pol.dk 12. november 2011
- ↑ Silvio Berlusconi er deyður, in.fo, 12. juni 2023
- ↑ Berlusconi Forbes liste 2010
- ↑ "Berlusconi dømt til fengsel for skatteunndragelse - Aftenposten". 2013-07-03. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-03. http://archive.today/oBkky.
- ↑ Berlusconi fekk linari revsing, in.fo, 26.10.2012
- ↑ "Trotz Schuldspruch: Berlusconi bleibt im Spiel". spiegel.de. 01.08.2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-02. http://archive.today/9p4NU.