Milano
Flagg | Skjaldarmerki |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Italia |
Landslutur: | Milano |
Región: | Lombardia |
Vídd: | 181,67 km2 |
Íbúgvar (2013): | 1.353.882 |
Íbúgvar fyri km²: | 7.453 |
Borgarstjóri: | Giuseppe Sala |
Heimasíða: | www.comune.milano.it |
Milano (á lombardiskum: Milan) er næstmest fólkaði býur í Italia, høvuðsbýur í landslutinum Milano og høvuðsstaður í regiónini Lombardia. Sjálvur býurin Milano hevur eitt fólkatal á umleið 1,3 milliónir, meðan alt stórbýarøkið Milano er fimt størstur í ES við einum fólkatali á umleið 5.264.000.[1] Sagt verður eisini, at um allir forstaðir vera taldir við, so er fólkatalið millum 7 og[2][3][4] 10 milliónir[5] fólk og strekkir seg yvir landlutirnir Milano, Bergamo, Como, Lecco, Lodi, Monza og Brianza, Pavia, Varese, Novara. Sagt verður, at stórbýarøkið Milano er partur av tí sonevndu Blue Banana, ið er tað øki av Evropa við tí hægsta fólkatalinum og tættleika viðvíkjandi ídnaði.[6] Býurin Milano liggur við ánna Olona. Í býnum er ein av kendastu operapallum í heiminum, Teatro alla Scala ella "La Scala".
Grannakommunur
rættaBúskapur
rættaMilano er miðdepil fyri nógvar altjóða fyritøkur, og í býnum er 45% av vinnulívinum í Lombardia regiónini. Lokalar skrivstovur hjá Italia vegna fyritøkurnar Google och Yahoo! eru at finna í býnum. Milano er eisini ein altjóða miðdepil fyri mótaídnaðin við meira enn 12.000 fyritøkum við stórum mótahúsum sum Giorgio Armani, Dolce & Gabbana, Prada, Gianni Versace og Valentino. Í Milano er eisini meira siðbundin verkstaðarídnaður sum Alfa Romeo og Pirelli.
Kendar fyritøkur úr Milano
rættaKend fólk
rætta- Silvio Berlusconi, politikari (1936-2023)
- Benedikta Boccoli, sjónleikarinna (1966)
Keldur
rætta- ↑ "DEMOGRAPHIA WORLD URBAN AREAS 10TH ANNUAL EDITION REVISED AT MAY 2014" (PDF). http://www.demographia.com/db-worldua.pdf. Heintað 20 June 2014.
- ↑ OECD. "Competitive Cities in the Global Economy" (PDF). http://browse.oecdbookshop.org/oecd/pdfs/product/0406041e.pdf. Heintað 30 April 2009.
- ↑ "Global Metro Monitor: Metropolitan Area Profiles". Brookings Institution. http://www.brookings.edu/~/media/Research/Files/Reports/2010/11/30%20global%20metro%20monitor/profiles/Europe/Milan.pdf. Heintað 20 June 2014.
- ↑ European Metropolitan network Institute. "Case study Milan Metropolitan Area" (pdf). Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 7 January 2016. http://arquivo.pt/wayback/20160107192949/http%3A//emi%2Dnetwork.eu/dsresource?objectid%3D7699%26type%3Dorg. Heintað 14 September 2013.
- ↑ Bók: Willem Salet, Andy Thronley og Anton Kreukels, heitið: Metropolitan governance and spatial planning : comparative case studies of European city-regions. útgávuár: 2003, Forlag: Spon Press, New York, ISBN: 978-0415274494, síða 265
- ↑ Gert-Jan Hospers (2002). "Beyond the Blue Banana? Structural Change in Europe's Geo-Economy" (PDF). 42nd EUROPEAN CONGRESS of the Regional Science Association Young Scientist Session – Submission for EPAINOS Award 27–31 August 2002 – Dortmund, Germany. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 29 September 2007. https://web.archive.org/web/20070929001624/http://www.ersa.org/ersaconfs/ersa02/cd-rom/papers/210.pdf. Heintað 27 September 2006.