Eyðun Johannessen
Eyðun Johannessen (føddur 28. apríl 1938 í Havn, deyður 3. september 2023 í Keypmannahavn) var føroyskur sjónleikari og leikstjóri.
Eyðun ferðaðist runt við Arto í Føroyum í 1957. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á Odense Teaters Elevskole, umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin og London. Í 1960'árunum stríddist hann fyri at betra um viðurskiftini hjá sjónleiki og sjónleikarum í Føroyum, hann var leiðari fyri Sjónleikarhúsið í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í Århus Teater.[1] Hann stovnaði Føroya fyrsta yrkissjónleikarahóp Grímu í 1977, eftir at hann hevði verið virkin yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari í sjónleikarhúsinum í Århus, Århus Teater, í fleiri ár. Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu.[2] Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum, men hann hevur eisini roynt seg sum filmsleikara í eitt nú donsku sjónvarpsrøðini Rejseholdet 1983-85.
Børn hansara Annika Johannessen og Olaf Johannessen eru eisini sjónleikarar.
Heiður og virðislønir
rætta- 2001 - Mentanarvirðisløn Landsins
- 1997 - Fekk tilluta lívslanga veiting frá Statens Kunstfond
Ávísingar úteftir
rætta- Árni Dahl: Nú Eyðun fór um sýn, vp.fo, 6. september 2023
- Eyðun Johannessen til minnis, dimma.fo
- Eyðun Johannessen (1938-2023) , birkblog, 4. september 2023
- Eyðun Johannesen sjónleikari er deyður, in.fo, 4. september 2023
Keldutilfar
rætta- 2005 - Kraks Blå Bog 2005/06, s. 558