Settlers
Die Siedler von Catan, betur kent sum Settlers í Føroyum, er eitt borðspæl, ið varð útgivið í 1995 av Klaus Teuber í Týsklandi. Í spælinum byggja spælararnir búsetingar á íspunnu oynni Catan. Hesar búsetingarnar geva rávørur, ið kunnu vera brúktar til at byggja vegir, nýggjar búsetingar og býir við umframt at senda riddarar út at verja búsetingarnar. Spælararnir fáa serlig stig fyri hvussu nógvar býir og vegir eru bygdir og fyri longstu vegirnar og størstu hermegi. Tann, ið fyrst røkkur eitt ávíst stigatal hevur vunnið spælið.
Samanborið við onnur samtíðar borðspøl hevur Settlers nøkur nýskapandi hugskot, m.a. kunnu spælararnir handla við teirra rávørum.
Tað eru fleiri uppíbyggingar komnar út til spælið sum t.d. Settlers Søfarer, Byer og riddere, tvær søguligar uppíbyggingar og ein rúgva av triðjaparts uppíbyggingum. Tað er lætt at útvíðka spælið, tí tað er bygt upp av sekskantum, sum umboða ymiskar rávørur. Hesir sekskantarnir kunnu samansetast í tilvildarlig mynstur, sum geva eina heilt nýggja uppseting fyri hvørt spæl.
Av tí at spælið er vorðið so væl umtókt og við hjálp av umtalu í miðlunum er ein heilur Catan alheimur vorðin til. Eitt nú eru kortspøl, terningaspøl og telduspøl útkomin. Ein bakgrundssøga er so líðandi skapt, m.a. við bókini við sama navni frá Rebecca Gablé.
Keldur
rættahttp://www.boardgamegeek.com/boardgame/13/catan
http://www.thegamesjournal.com/articles/SpecialK3.shtml Archived 2016-01-31 at the Wayback Machine