Rúsevni
Eitt rúsevni er eitt evni, ið kann verða brúkt til heilivág, til at fáa ein rús, til at skerpa evni mans, til at orka meira ella til annað endamál, tá eitt menniskja ella djór tekur ella fær hesi evni innvortis ella á annan hátt. Rúsevni virkar á heilan og gevur ein rús í stóran ella lítlan mun. Flestu rúsevni eru ring fyri heilsuna, tó eru summi verri enn onnur og summi hava eisini víst seg at hava nakrar góðar eginleikar í smáum nøgdum og brúkt á rættan hátt, eitt nú til at linna ella lekja sjúkueyðkenni. Men sum heild verða rúsevni mett at vera skaðilig, serliga tá ið tey verða misnýtt.
Rúsevni eru ymisk evni, summi lóglig og onnur ólóglig. Til dømis eru tubbak og kaffi lóglig, og kaffi er vanligasta evnið, ið kemur undir rúsevni. Rúsdrekka er lógligt í nógvum londum, men verður í summum londum ikki selt frítt men í serligum handlum, sum t.d. í Føroyum og Svøríki. Heilivágur kemur eisini undir rúsevni. Summi sløg fáast í handkeyp, meðan onnur bert fáast við læknaávísing. Narkotika er felagsheiti fyri ymsum sløgum av rúsevnum, og er í høvuðsheitum bannað í flestum londum. Flest rúsevni verða vanliga sædd sum rúseitur, og eru ólóglig í flestum londum. Nevnast kunnu nøkur av hesum evnum: lsd, heroin, kokain og ekstasi. Um ein tekur amfetamin, verður ein í góðum lag, ovfarakátur og heldur seg megna alt. Samtíðis verður ein friðleysur, sjávsøkin og mælskur. Amfetamin køvir ávaringartekin kropsins, til dømis pínu og møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og ein kann tí smella av møði. Nógv verður gjørt t.d. á skúlum at upplýsa um rúsevni. Besta fyribyrging er vitan um skaðiligu evnini í narkotika, alkoholi og tubbakki.