Ecstasy er eitt rúsevni við kemiska heitinum MDMA (3,4-methylenedioxy-N-methylamphetamine). Tað er eitt tað vanligasta rúsevnið í vesturheiminum og verður oftast selt sum litaðar tablettir við ymiskum búmerkjum á. Tað er ólógligt í flestu londum.

Kemiska samansetingin av MDMA.
Nøkur sløg av ecstasy tablettum.

Nýtarin kennur seg opnan, erligan, ovursælan og fær eyka orku. Ecstasy verður hildið at virka við at økja um úrskiljingina av signalevninum serotonini (og, í minni mun, noradrenalin og dopamin) í heilanum og forða fyri endurupptøku av tí. Ein vanlig dosa er 100-150 mg.

Keldur

rætta

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið