Kaffi er ein drikkur, sum er gjørdur av kaffiplantuni. Bæði skal og fruktmassin verður tikin burtur, og bert kjarnin (steinurin), tað ið vit nevna bønin (fræðið), verður turkað, brent og malt. Fínleikin av kaffipulvurinum er skiftandi, alt eftir hvussu kaffi verður gjørt. Kaffi verður blandað á ymsan hátt við vatni og verður sum oftast drukkið heitt. Kaffiplantur verða dyrkaðar í meira enn 70 londum, fyrst og fremst tætt við Ekvator í Miðamerika, landsynningsasiu, Maldivunum og Afrika. Tá berini eru búnaði, verða kaffiberini plukkaði, viðgjørd og turkaði fyri at verja fræði inni í berinum. Fræðini verða síðan ristaði til ymisk stig, alt an uppá, hvønn smakk ið ein ynskir, áðrenn fræðini verða malin og bryggjaði til kaffi. Kaffi veksur har veðrið er soleiðis, at hitin ikki fer niður um 16 ºC í meðal kaldasta mánaðin, og ikki upp um 25 ºC í meðal heitasta mánaðin. Eisini er neyðugt við í minsta lagi 100 cm av regni um árið, men við reglubundnari turrtíð. Kaffi veksur so statt í tropunum, men nakað niðan frá strondini, tí annars verður ov heitt um summarið. 


Ein lítil koppur av kaffi
Brendar kaffibønir av slagnum Coffea arabica

Kaffiplantan er í veruleikanum eitt træ, men hon verður klipt niður til ein stóran runn. Fræið verður sáað í røðum, og tá ið plantan eftir hálvum øðrum ári hevur fest góðar røtur, verður hon flutt og sett niður í skugganum av hægri trøum. Fimm ára gomul byrjar hon vanliga at seta frukt. Kaffiberini búnast ikki øll í senn, og tí verður heystað nógvar ferðir eitt ávíst tíðarskeið. Kaffiberini verða annaðhvørt tikin við hond, ella eisini verða tey rist av greinunum niður á lørift, sum er breitt undir runnarnar. Síðan verða kaffiberini breidd út í sólina at turka. Breitt verður út yvir tey um náttina at verja tey móti døggi og regni. Eftir uml. trimum vikum eru tey nóg turr. Tornaða fruktkjøtið verður tikið uttanav við maskinu, og bønirnar verða reinsaðar og fyltar í sekkir. Kaffið er greitt til útflutnings. Áðrenn kaffið kann verða nýtt, skal tað brennast, men tað verður vanliga gjørt í kaffibrennivirkjum í keyparalondunum. Mestu kaffiframleiðaraøkini eru Brasil, Vjetnam, Indonesia, Kolumbia og Etiopia.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið