Staturin New Jersey (enskt: State of New Jersey) er ein av teimum 50 statunum í Sameindu Statunum og er eitt sindur minni í stødd enn Danmark, men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á lutstatinum er nærum 22 600 km² (Danmark er 42 915 ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA. Høvuðsstaðurin kallast Trenton og størsti býurin er Newark. Í 1787 bleiv New Jersey lutstatur í USA. Í norðri hevur New Jersey mark við New York og í vestri við Pennsylvania. Í eystri og suðri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Urtagarðstaturin (enskt: Garden State). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða stakríkið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd.

Flagg Skjøldur
Flag of New Jersey.svg Seal of New Jersey.svg
Map of USA highlighting New Jersey.png
Land: Flag of the United States.svg Sameindu Statirnir
Alment mál: Einki
Høvuðsstaður: Trenton
Størsti býur: Newark
Innlimað: 18. desember 1787
Guvernørur: Phil Murphy (D)
Vídd: 22 608 km²
Íbúgvar (2015): 8 938 175
fyri km²: 467/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.nj.gov

Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá italiumonnum, men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar, latínoamerikanar og ásiatar; 52 % av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 %[1] av fókinum í New Jersey er ættað úr Italia. Høvuðsmálið er enskt, men nógv fólk duga eisini væl italskt ella spanskt.[2] Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 30 % eru protestantar. Nógvir jødar búgva í New Jersey; umleið 436 000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey.[3]

Størstu býirRætta

 
Býur

Teir 10 størstu býirnir í New Jersey eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[4]

  1. Newark - 282 090
  2. Jersey City - 265 549
  3. Paterson - 145 627
  4. Elizabeth - 128 885
  5. Lakewood Township - 104 157
  6. Edison - 100 693
  7. Woodbridge Township - 100 450
  8. Toms River - 93 717
  9. Hamilton Township - 87 552
  10. Clifton - 85 273

Høvuðsstaðurin Trenton hevði í 2018 bara 83 973 íbúgvar.

MyndasavnRætta

Sí eisiniRætta

Ávísingar úteftirRætta

Sí miðlasavnið

Coordinates: 40°3′39.6″N 74°29′56.4″W / 40.061000°N 74.499000°W / 40.061000; -74.499000

KeldurRætta


Høvuðsstaðarøki
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj