Spanskt mál

(Ávíst frá Spanskt)

Spanskt mál er eitt av teimum málunum í heiminum, sum hava størsta útbreiðslu. Spanskt er almennt mál í 21 londum við 500 millionum íbúgvum. Harafturat eru umleið 35 millionir spanskttalandi í USA, Filippinunum og Turkalandi. Tilsamans tosa umleið 600 milliónir spanskt. Aðrar 100 milliónir tosa spanskt sum sítt annað mál. Spanskt er heimsins fjórstørsta mál, tey størstu eru kinesiskt, enskt og hindi. Í USA og Kanada er tað spanskt, ið verður lært mest av, av útlendskum málum.

Spanskt
español
Tosað í: Argentina, Bolivia, Kili, Kolumbia, Kosta Rika, Kuba, Dominikanalýðveldið, Ekvador, Ekvatorguinea, El Salvador, Guatemala, Honduras, Meksiko, Nikaragua, Panama, Paraguei, Perú, Puerto Riko, Spania, Uruguei, Venesuela (alment mál). Eisini tosað í Andorra, Belis, Gibraltar og USA..
Tosandi íalt: 550 299 171
Málætt: Indo-evropeisk

  Italiskt
   Romanskt
   Galloiberiskt
    Iberoromanskt
     Vestiberiskt
      Spanskt
.

Málkotur
ISO 639-1: es
ISO 639-2: spa
ISO 639-3: spa

.

Málætt

rætta

Indoevropeiska málættin, romanska greinin. Spanskt mál er ættað úr latíni, og er harumframt ávirkað av arabiskum. Bundna kallkynskenniorðið "el" er til dømis arabiskur arvur.

 
Alment mál

Útbreiðsla

rætta

I Evropa verður spanskt bert tosað í Spania, men á hinari síðuni av Atlantshavinum verður spanskt tosað í næstan øllum londunum. Í ymiskum statum í USA (t.d. Texas, New Mexico, Arizona og Kalifornia) og í øllum londunum heilt suður til Antarktis, tó ikki í Brasil, har tey tosað portugisiskt. Eisini verður tosað spanskt í fleiri av teimum fyrrverandi ensku, fronsku og hollendsku hjálondunum í tí karibiska havinum. Harumframt verður spanskt tosað á ávísum støðum í Afrika og á Filippinunum.

Spanskt er størsta málið í Spania, og verður har nevnt "castellano". Harumframt er spanskt høvuðsmálið í Argentina, Kili, Bolivia, Uruguei, Paraguei, Venesuela, Kolombia, Ekvador, Perú, Nikaragua, Panama, Kosta Rika, El Salvador, Honduras, Guatemala, Meksiko, Kuba, Dominikanska Lýðveldinum og Puerto Riko (USA), sum øll eru í Suður- og Miðamerika. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Sambandsríki Amerika.

Í Føroyum

rætta

Umleið 200 føroyingar læra spanskt hvørt ár á studentaskúla, handilsskúla og kvøldskúla. Spania er eitt elskað ferðamál hjá nógvum føroyingum. Uttanfyri ferðamannabýirnar tosa bert fáir spaniólar onnur mál, so dugir tú málið, fært tú nógv fleiri upplivingar við tær heim. Serliga hinumegin Atlantshavið letur ein heilt nýggj verð seg upp fyri tær. Tú kanst tosa við indiánarar i Peru, við cowboys úti á argentinsku pampasini, við vælhavandi eksilkubanarar í Miami í Florida og við teir ólógligu tilflytararnir í Suðurkalifornia. Tann spanskttalandi parturin av heimsins íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi, so vit kunnu rokna við, at tað verður meiri brúk fyri teimum, ið hava lært málið.

Suðuramerikanskt slang

rætta

Meksikanskt og suðuramerikanskt slang

rætta

Her eru nøkur slang orð, sum eru at hoyra í Meksiko og Kolombia.

  • FERIA - Tað mest vanliga slang orðið fyri pengar, serliga nær marki við USA, er feria (FAY ree ah), sum kann merkja "lummapengar ella veksli pengar."
  • Plata. Orðið merkir silvur, men verður í Kolumbia brúkt um pening. "No tengo plata" merkir, eg havi ongar pengar.
  • No Traigo feria (Noe TREI goe FAY ree ah) kann merkja, "Eg havi ongar smá pengar," ella "Eg havi ongar pengar."
  • Longur suðri, kanst tú hoyra lana, sum bókstaviliga merkir "ull," og "da me una lana", merkir "gev mær eitt sindur av lummaull", ella "eitt sindur av pengum".
  • LA ONDA - Merkir alda, men hendan merkingin kemur frá trýssunum, eitt vanligt hippie orðafelli, sum framvegis verður nógv brúkt. Hetta er tann vanligi mátin at heilsast uppá hjá ungdóminum, um tey skulu verða "hip", verður brúkt sum "Hvussu gongur?"
  • BUENA ONDA - "Svingar væl" ella "bara fitt", sum í "Gabi es buena onda."
  • HUEVOS - Hetta er eittt annað orð við dupultari týðing. Orðið merkir "egg," men vísir mest til orðið "nossir", hetta orðið er so sterkt, at tú mást vara teg fyri at brúka tað. Fólkaligar gentir biðja um blanquillos (lítil hvít ting) á einari matstovu, um tænarin er maður.
  • PUTA - stytting fyri prostituta, hetta orðið merkir "hora," men verður eisini brúkt sum banniorð. Tað vil ein meksikanari siga um hann slær seg á tummilin við einum hamara. Puta madre er nógv sterkari orð, tað líkjist nógv tí amerikanska "mother fucker". Hijo de puta merkir "bastardur", "sonur eina horu", ella "son of a bitch," men bara nógv verri.
  • Aguantame tantito - espera me un ratito, merkir bíðja eitt lítið sindur, vanligt slang í Meksikobýur.
  • Te estoy haciendo ojitos - cuando alguien te dice que esta haciendo ojitos es que te esta coqueteando, merkir at flirta við tær, ("gera eygu eftir tær").

Bókmentir

rætta

Um tú vilt duga ordiliga væl spanskt, skalt tú læra teg ein hóp av orðum og eisini læra teg ein stóran part av mállæruni, um tú vilt hava tey fíni brigdini við. Men tá letur eisini ein nýggj og spennandi verð seg upp innan bókmentirnar á sponskum. Hygg t.d. í hendan listan yvir nobelvinnarar í bókmentum:

Til dagin í dag hava 10 spanskttalandi rithøvundar fingið Nobelheiðurslønina í bókmentum. Her hevur tú ein lista yvir teir:

Mállæra

rætta

Tað er lætt at koma í gongd við at tosa spanskt. Tað verður úttalað, sum tað verður skrivað, so tá tú hevur lært nøkur fá ljóð, sum eru annarleiðis enn á føroyskum, kanst tú úttala øll orð, eisini tey, sum tú ikki hevur sæð fyrr.

Niðanfyristandandi evnir, eru tey í verða brúkt á C støði í sponskum á Handilsskúlanum. Hesi evni kunnu eisini verða brúkt til sjálvlesandi og til umlestur tá ein hevur verið vekk frá sponskumm eina tíð. Eisini kunnu tey verða góð at hava til fyrireiking til B støði.

rætta

Sponsk navnorð eru antin kallkyn ella kvennkyn.

  • Navnorð, sum enda við -o, eru vanliga kallkyn.
  • Navnorð, sum enda við -a, eru vanliga kvennkyn.
  • Navnorð, sum enda við -d, -ción og -sión eru altíð kvennkyn.


Tey tíðningarmiklastu undantøkini eru

rætta
Kallkyn
rætta
  • el dia - el clima - el idioma
  • el mapa - el tema - el problema
  • el programa - el sistema
Kvennkyn
rætta
  • la foto - la mano - la moto
  • la radio

• Nøkur navnorð í kallkyni, sum lýsa persónar og aðrar livandi verur, kunnu broyta kyn við at broyta endingina:

  • Navnorð, ið endar við -o = abuelo - abuela
  • Navnorð, sum endar við hjáljóð = profesor - profesora

• Legg til merkis, at orð, sum enda við:

  • El turista - ferðafólk (maður)
  • La turista - ferðafólk (kvinna)
  • Los turistas - ferðafólkini (menn, ella menn og kvinnur)
  • Las turistas - ferðafólkini (kvinnurnar)

• Onnur dømi:

  • Periodista, comunista, dentista, recepcionista, socialista, artista.
  • Navnorð í fleirtal, verða gjørd við at seta -s afturat orðum, sum enda við sjálvljóði, og -es afturat orðum, sum enda við hjáljóði:

- libro = libros
- montaña = montañas
- ciudad = ciudades
- tren = trenes

• Tað eru bert fá undantøk frá hesari reglu:

  • Orð, sum enda við -ción og -sión, "missa" herðingarmerki uppiyvir ó, tá tey verða sett í fleirtal:

- organización = organizaciones
- previsión = previsiones

Fyri orð, sum hava aðrar endingar enn tey omanfyri nevndu, og sum ikki lýsa mannligar ella kvinnuligar verur, eru ongar fastar reglur. Brúka tí orðabókina ella orðalistan.

Samansett navnorð
rætta

Samansett navnorð verða ofta sett saman av tveimum navnorðum við de:

• Dømi:

  • príslistin = listin við prísum --> la lista de precios
  • skriviborðsskuffan = skuffan í skrivi- borðinum --> el cajón del escritorio
  • sjokulátaframleiðslan = framleiðslan av sjokulátu --> la producción de chocolate

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið