República de Guinea Ecuatorial
République de Guinée équatoriale
República da Guiné Equatorial
Lýðveldið Ekvatorguinea
Flagg Ekvatorguinea
(Flagg Ekvatorguinea)
Skjaldarmerki Ekvatorguinea
(Skjaldarmerki Ekvatorguinea)
Tjóðarslagorð: Unidad, Paz, Justicia
(føroyskt: Semja, Friður, Rættvísi)
Tjóðsangur: Caminemos pisando la senda
Alment mál Spanskt, Franskt og Portugisiskt
Høvuðsstaður Malabo
Forseti Teodoro Obiang Nguema
Løgmaður Manuel Osa Nsue Nsua
Fullveldi 12. oktober 1968
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
28,051 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
504 000
18/km²
Gjaldoyra CFA frankur (XAF)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .gq
Telefonkota +240

Ekvatorguinea (spanskt: República de Guinea Ecuatorial, franskt: République de Guinée équatoriale, portugisiskt: República da Guiné Equatorial) ella Lýðveldið Ekvatorguinea er eitt lítið land í Vesturafrika. Eitt av teimum minstu. Ekvatorguinea hevur mark við Gabon og Kamerun. Londinum hevur uml. 500 000 íbúgvar.

Forsetahjúnini í Ekvatorguinea eita Teodoro Obiang Nguema og Constancia Mangue de Obiang, og umrøddi sonur teirra er Teodorin Obiang, sum verður mettur at skula taka yvir, tá hin gamli ikki orkar at stýra longur. Teodoro Obiang Nguema tók ræði í landinum eftir blóðugt kvett í 1979 og síðan hevur stjørnað landinum við harðari hond. Hann hevur fingið atgongd til størt ríkidømi, tí oljuídnaður við landið hevur givið nógv av sær.

rætta

Landið eitur eftir miðkringi, sum verður nevndur equator á fremmandum málum.

Fólkið í Ekvatorguinea hevur tolt nógv, og búskapurin hevur ligið í sori av harðræðisávum. Øll 1970-árunum stýrdi eirindaleysi einaræðisharrin Macias Nguema, men í 1990-árunum tók hóvligari stýri við valdinum. Hetta lítla, fagra landið - har eisini fimm oyggjar eru uppií, má nú stríðast til tess at fáa búskapin á føtur aftur.

Búskapur

rætta

Pinkulítla landið í Vestafrika gjørdist kent av umheiminum, tá ið olja í hampiliga stórum nøgdum varð funnin í landinum í 1995. Ríkidømið átti av røttum at verið stórt í slíkum landi, men alíkavæl má meginparturin av fólkinum í landinum liva fyri minni enn 5-10 krónur um dagin. Peningurin frá oljuríkidøminum fer í ávísan mun beint í lumman á Obiang Nguema, sum persónliga er góður fyri fleiri milliardir (av landsins pengum). Peningurin stendur á konto uttanlands.

Landafrøði

rætta

Lýggja veðurlagið og fruktagóða gosøskujørðin í størstu oynni Bioko gera, at oyggin er væl egnað til landbúnað, men vegirnir eru fáir, og verkafólkið veit einki um nýggjar dyrkingarhættir. Mesta lendið er lagt inn til kakaolundir, tískil er næstan eingin jørð eftir, har fólkið kann dyrka mat.

Landslutir

rætta
 
Landslutir í Ekvatorguinea
Landslutur Høvuðsstaður
1 Annobón Province San Antonio de Palé
2 Bioko Norte Province Malabo
3 Bioko Sur Province Luba
4 Centro Sur Province Evinayong
5 Kié-Ntem Province Ebebiyín
6 Litoral Province Bata
7 Wele-Nzas Province Mongomo

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið