Gabon

Lýðveldið Gabon (franskt: République Gabonaise) er eitt land í Miðafrika. Gabon hevur mark við Ekvatorguinea, Kongo og Kamerun. Landið hevur uml. 1 640 286 íbúgvar. Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eru regnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tók einflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabon fólkaræðiliga stýrisskipan.

Libreville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Gabon. Libreville merkir á fronskum "frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskt hjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum.

LandslutirRætta