Puerto Riko
| |||
Tjóðarslagorð: "Juan es su nombre" (enskt: "John is his name") | |||
Tjóðsangur: "La Borinqueña" | |||
![]() | |||
Alment mál | Spanskt, Enskt | ||
Høvuðsstaður | San Juan | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Pedro Pierluisi Urrutia | ||
Fullveldi | Einki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
8 959 km² 1,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
3 752 789 418,8/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pr | ||
Telefonkota | +1
| ||
1Puerto Riko hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði. |
Samveldið Puerto Riko (spanskt: Estado Libre Asociado de Puerto Rico, enskt: the Commonwealth of Puerto Rico) er eitt amerikanskt hjáland í Karibia. Á Puerto Riko hevur USA ræðið, og hevur tað gjørt nógv fyri at bøta um teir ymsu vinnuvegirnar; men landið er so tættbygt, at tað føðir ikki fólkið, og nógv fólk flytur til USA. Hendan oyggin er í roynd og veru eitt statur í USA. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD).
Ódnin Maria rakti Puerto Riko 20 sept. 2017 sum ein ódn í kategori 5. Maria er skrásett sum kategori 5 í sokallaða Saffir-Simpson ódnarskalanum, og verður mett sum sjáldsama vandamikil. Hetta er fyrsta ferðin í 85 ár, at ein ódn rakar oynna beinleiðis. Ódnin hevur dripið minst 24 fólk í Puerto Riko.[1]
Politikkur Edit
Puerto Rico er ein sjálvstýrandi eind, men hoyrir undir USA.
Fólkaatkvøða 6. novembur 2012 [2]: Vilt tú hava loysing frá USA? | ||
---|---|---|
Val | Atkvøður | Prosent |
Nei, lutstatur í USA | 834,191 | 61.11 |
Nei, verandi hjáland-støðu | 454,768 | 33.34 |
Ja | 74,895 | 5.55 |
Ógyldugar ella blankar atkvøður | 515,115 | (27.41) |
Upptaldar atkvøður | 1,878,969 | 100.00 |
Atkvøðurætt og atkvøðuprosent | 2,402,941 | 78.19 |
Politiska støðan Edit
Puerto Riko gjørdist amerikanskt hjáland 17. januar í 1917. Puerto Riko segði nei til loysing frá USA 6. november í 2012; 61,16 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, valdu sjálvstøðugur lutstati í USA fram um fult sjálvstýri.[3][4] Bara 5,49 prosent av teimum, sum tóku lut í fólkaatkvøðuni atkvøddu ja fyri at Puerto Riko skuldi gerast sjálvstøðug tjóð. Fyri loysing atkvøddu 74,895 veljarar. Men alt bendir á, at valluttøkan var lág; 78,19 prosent hava verið á valið, men 27,41 % atkvøddu blankt.[5] 33,34 prosent tóku undir við verandi hjáland-støðu.
Fólkið Edit
Flestu puertorikanar eru av spanskari og afrikanskari ætt. Flestu fólk búgva í býum, og ein triðingur av fólkinum í landinum býr í høvuðsstaðnum (San Juan). Fólkavøksturin ger, at mong mega búgva í húsum, ið verða reist stutt frá stóru býunum. Summi flyta til USA og búseta seg har. Flestu fólk hava góð kor, og útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru væl fyri.
Søga Edit
Spania legði landið undir seg stutt eftir, at Kolumbus kom hagar, og tað var spanskt hjáland til í 1890-árunum, tá ið USA legði landið undir seg. Hóast spanskt er alment mál í Puerto Riko, er landið tætt knýtt aftur at USA.
Búskapur Edit
Lágur skattur og bílig arbeiðsmegi fingu mangar amerikanskar fyritøkur at flyta higar, og hetta hevur elvt til støðuga búskaparliga framgongd. Týdningarmesti ídnaðurin í Puerto Riko er klædnavirking.
Landafrøði Edit
Veðurlagið er heitt tropuveður. Kort yvir Puerto Riko:
Sí eisini Edit
Keldur Edit
- ↑ https://www.nbcnews.com/news/weather/hurricane-maria-makes-landfall-puerto-rico-category-4-storm-n802911
- ↑ http://64.185.222.182/REYDI_Escrutinio12/index.html#es/default/OPCIONES_NO_TERRITORIALES_ISLA.xml
- ↑ http://www.cnn.com/2012/11/07/politics/election-puerto-rico/
- ↑ http://www.nytimes.com/2012/11/25/opinion/sunday/will-puerto-rico-be-americas-51st-state.html?pagewanted=all&_r=0
- ↑ http://64.185.222.182/REYDI_Escrutinio12/index.html#es/default/OPCIONES_NO_TERRITORIALES_ISLA.xml
District of Columbia |
Amerikanskir statir |
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming |
Amerikonsk hjálond |
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar · Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj |