John Hansen (føddur 14. november 1988) er ein miðvallaleikari, ið er uppvaksin í B36. Her hevur hann leikt meginpartin av síni yrkisleið, tó hevur hann eisini leikt við AB í 2009 og 2010.[1] Hann býr í løtuni í Danmark, har hann er í lestrarørindum. Har leikar hann við ÍF Føroyum í Keypmannahavn. John hevur fingið eyknevni av teimum hann hevur spælt fótbólt saman við, m.a. varð hann eftir ein dyst, har hann bleiv róstur, nevndur Gattuso[2], onkuntíð er hann eisini blivin nevndur Rambo, av tí at hann er lágvaksin, tættur og kompromisleysur, ein spælari, sum veruliga ofrar seg sjálvan, tá harðast leikar á. Skrivaði heimasíðan hjá B36 í 2011.[3]


Keldur rætta

  1. Profilurin hjá John Hansen á Faroesoccer.com
  2. B36.fo[deyð leinkja]
  3. "B36.fo". http://www.b36.fo/dystarfrasagnir/1-lie/484-tae-koyrdi-bara.html. Heintað 2012-04-01.