Argja Bóltfelag

føroyskt fótbóltsfelag
(Ávíst frá AB)
Argja Bóltfelag
Navn Argja Bóltfelag
Kelinavn AB
Stovnað 15. august, 1973
Leikvøllir Argir Stadium
Rúmd 2 000
Formaður Føroyar Marius Thomassen 2020 -
Høvuðsvenjari Føroyar Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen 2020 -
Liga 1. deildin menn
2024 6. pláss
Heimasíða http://www.ab.fo
Heimavøllur
Útivøllur

Argja Bóltfelag (stytt AB) er eitt føroyskt fótbóltsfelag, sum varð stovnað 15. august 1973.

Tað var danin Johnny Nyby saman við øðrum ítróttaráhugaðum á Argjum, sum breyt slóð fyri AB.

Á vári 1974 fekk AB sína fyrstu nevnd. Í henni sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortenen og Jens Hansen. Sama árið luttók felagið í teimum regluligu kappingunum.

Vánaligar venjingarumstøður vóru at byrja við - bert ein trongligur skúlagarður. Seinni fekst eitt stykki niðan fyri skúlan at íðka á, sum var 20 x 40 fermetrar til støddar.

Eingin vøllur var á Argjum tá, men við vælvild frá fótbóltsfeløgunum í Havn og Tórshavnar Býráð, kundi AB læna vøllin í Gundadali at venja og leika dyst á, og soleiðis var gjørligt at halda lív í felagnum.

 
Fótbóltsvøllurin á Argjum eftir at nýtt graslíki var lagt á í 2010. Dysturin var seinasta leikumfarð í Vodafonedeildini millum AB og FC Suðuroy, bæði liðini ryktu niður í 1. deild.
 
AB hevur eisini havt eitt lið í bestu kvinnudeildini. Her spæla tær móti FC Suðuroy í 2012, tær vunnu dystin 5-0.Í 2020 hevur AB lið í 1. deild hjá kvinnum.

Í 1983 varð fótbóltsvøllur gjørdur á Argjum. Hetta betraði munandi um umstøðurna hjá felagnumr. Í 1985 bleiv AB húsið bygt. Hetta varð gjørt tí innrættað hølistrupuleikar vóru í skúlanum. Ovara hæddin í húsinum varð gjørt til tvær skúlastovur. AB húsast soleiðis í neðra í húsinum. Nú í nøkur ár hevur frítíðarskúlin húsast í ovaru hæddini.

Í 1998 varð graslíkið lagt á vøllin, og felagið fekk somu umstøður sum flest øll feløg í landinum.

Í 2010 varð aftur nýtt graslíki lagt á fótbóltsvøllin á Argjum og harumframt var eitt áskoðaraskýli bygt. Bæði graslíkisvøllurin og nýggja áskoðaraskýlið vóru tikin í nýtslu á Ólavsøku.[1]

Keldur

rætta
 
AB í dysti móti FC Suðuroy í Vodafonedeildini, 2010.
  1. "Vágaportalurin, Nýtt áskoðaraskýli og graslíki á Argjum tikið í nýstlu.". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-03-14. https://web.archive.org/web/20120314055808/http://new.vagaportal.fo/pages/posts/nytt-askodaraskyli-og-grasliki-a-argjum-tikid-i-nystlu-2937.php. Heintað 2011-01-17. 

Ávisingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

AB.fo, heimasíðan hjá AB