Vika

Fríggjadagur er ein vikudagur. Dagur Frigg. Tað hevur oftani verið misskilt av nógvum, at dagurin var givin heitið eftir Freju, men so hevði dagurin verið kallaður freyagadagur. Á norrønt : "Freyja" Tað norrøna heitið á fríggjadegið er : "frjádagr". Sostatt, hevði heitið Freja ikki rigga til. Frigg, sum var kona Óðin riggar harafturmóti væl til. Frigg hevði ikki so stóran týdning í norrøna gudalæru, men ímillum vesturgermananir hevði hon stóran týdning. Vesturgermananir høvdu ikki hoyrt um Freju, so teir dyrkaði "hana", sum fruktberðs gudindina og ikki Freju. Á gomlum týskum merkir Frigg : "Fría" og Fríggjadagur eitur "fríatag", nytýskum : "freitag" og á gomlum enskum "frígedæg" nyenkst "friday".

Á Latíni Veneris dies (Dagur Venus). Dagurin hevur ikki fingið heitið frá gudindini Venus, harafturímóti er tað gongustjørnan Venus, sum dagurin er uppkallaður eftir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið