Frigg
Frigg ella Frígg er kona Óðins. Navn hennara merkir, "tann sum elskar". Frigg er ein sera klók gudinna, sum ofta ráðgevur Óðini. Frigg er gudinna fyri hjúnarlagnum. Tað varð biðið til hana í samband við barnsburð, og mammur bóðu ofta til hana um kríggseydnu fyri synunum.Frigg er mest kend sum ein av teimum trimum konunum hjá Óðini og mamma Baldur. Líka sum Óðin sær Frigg eisini fram í framtíðina.Navnið Frigg merkir hústrú og tann elskaða, og hon verður sett í samband við sítt hjúnaband og sína familju.
Hon er gudinna fyri hjúnaband og kærleika, harav sagnorðið "at fríggja".
Nógv halda, at Frigg og Froya eru tær somu gudinnurnar, tí tær hava nógv líka eyðkenni, men tað eru tær ikki. Frigg er kona Óðins, sjálvt um hann fekk eitt barn við Froyu. Tó høvdu báðar gudinnurnar ein fuglaham, sum kundi gera tær til ein fugl og flúgva. Eisini eru tær tvær tær týdningarmestu gudinnurnarr, sum eru. Sjálvt um Frigg hevði ein mann, búði hon einsamøll í einum húsi í Ásgarði, sum æt Fensalir. Her býr hon saman við sínum kvinnum. Fulla er tann góða vinkonan og arbeiðskonan Gná hennara boðberi og Hlin sum verjir tær, sum Frigg hevur valdi á.
Fríggjadagur og navnorðið fríggj (ástarlív) hava navn eftir Frigg.
Gudarnir í Norrønu gudalæruni | |
---|---|
Æsir: |
Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur |
Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár | |