Siv
Í norrønu ásatrúnni er Siv konan hjá Tóri. Hon hevur 3 børn, sum eita Móði, Ullur og Trúður. Tórur er ikki pápi Ull. Hon eigur sonin Ull saman við einum øðrum manni frá einum fyrrverandi hjúnalagi.
Siv er gudinna yvir æsunum. Hon er gudinna yvir tað, sum verður sáað og ríkidóminum frá tí. Tað verður sagt, at hon er tann vakrasta gudinnan, men hon er afturhaldin, og tað verður ikki skrivað nógv um hana. Onkur sigur, at hon sær inn í framtíðina, men tað verður ikki nevnt í Eddakvæðnum. Í nøkrum av teimum eldru germansku keldunum verður tað nevnt, at Siv er ein svanagudinna, og at hon kann skifta skap til ein svan.
Hon hevur gullhár, tí Loki klipti hennara hár av. Tórur bleiv illur og hótti Loka við deyðanum, um hann ikki skaffaði gullhár, gjørt av teimum trimum dvørgunum. Nú veksur hárið altíð sum gull, og tað verður sagt, at hon vil brúka gullhárið til at fremja sína rúnarmegi. Í einari veitslu, har Loki svínar allar gudarnir til, avdúkar hann, at Siv var Tóri ótrúgv við honum, men tað veit eingin við vissu. Vit fáa bara at vita, at hon er ein góð og álítandi kona.
Ullur kallast eisini Uller og Oller. Siv gav honum navnið, tí hann skuldi blíva líka sterkur gudur sum Tórur. Ullur sigst at vera vakur og ein góður stríðsmaður.
Sonurin Móði hevur arvað dirvi frá Tóri, og tí hevur hann navnið Móði, ið merkir dirvi.
Dóttirin Trúður hevur arvað megi frá Tóri. Navnið merkir styrki.
Gudarnir í Norrønu gudalæruni | |
---|---|
Æsir: |
Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur |
Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár | |