Jákup Pauli Christiansen, vanliga nevndur Jákup í Skemmuni, er føroyskur týðari, búsitandi í Svendborg í Danmark. Hann er føddur 27. oktober 1951 í Vági. Flutti 12 ára gamal til Sands, har hann vaks upp í Skemmuni.[1]

Las á Odense Universiteti (nú Syddansk Universitet) og tók cand.phil.-prógv í norðurlendskum máli og bókmentum. Jákup í Skemmuni er serliga kendur sum týðari. Jákup í Skemmuni hevur týtt umleið 200 bøkur til føroyskt, serliga úr svenskum og norskum, fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur, men eisini norðurlendskar klassikarar sum Keisaran av Portugáliu eftir Selmu Lagerlöf. Meginpartin av bókmentunum hevur hann givið út á egnum forlagi, nevnt Nýlendi. Hann hevur havt týddar stuttsøgur og framhaldssøgur í tíðarritunum Glugganum og Vencli og í blaðnum 14.SEPTEMBER, har hann var blaðmaður frá 1973 til 1976.

Heiður rætta

Jákup í Skemmuni fekk í 1986 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri týðingar- og útgávuvirksemi sítt, og í 1994 læt Sveriges Författarfond honum virðisløn fyri at týða svenskar bókmentir til føroyskt, seinni eisini starvsløn.[2]

Nakrar týðingar rætta

  • 2021 Tore Renberg: "Tollakur hjá Ingibjørg"; (á norskum: Tollak til Ingeborg, 2020); Sprotin (skaldsøga
  • 2021 Maria Navarro Skaranger: "Bók um sorg (Søgan um Nils i skóginum)"; (á norskum: Bok om sorg (Fortellingen om NIls i Skogen, 2018); Sprotin (skaldsøga)
  • 2021 Monika Fagerholm: "Hvør drap bambi?"; (á lfinnlandssvenskum: “Vem dödade bambi?", 2019); Sprotin (skaldsøga)
  • 2021 Hjalmar Söderberg: "Álvarsama spælið"; (á svenskum: Den allvarsamma leken, 1912); Sprotin (skaldsøga)
  • 2021 Per Petterson: "Menn í mínari støðu"; (á norskum: Menn i min situasjon, 2018); Sprotin (skaldsøga)
  • 2020 Nora Ikstena: "Móðurmjólk"; (á lettiskum: “Mātes piens, 2015); Sprotin (skaldsøga)
  • 2020 Mikael Niemi: "Kóka bjørn"; (á svenskum: Koka björn, 2017); Sprotin (skaldsøga)
  • 2019 Maja Lunde: "Snjósystirin"; (á norskum: Snøsøsteren, 2018); BFL (ungdómssøga)
  • 2019 Selma Lagerlöf: "Gösta Berlings søga og ævintýr"; (á svenskum: Gösta Berlings Saga, 1891); Selma Lagerlöf fekk í 1909 handaða Nobelvirðislønina í bókmentum; Sprotin (skaldsøga)[3].
  • 2019 Jessica Schiefauer: "Dreingirnir"; (á svenskum: Pojkarna, 2011); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2019 Kjersti Annesdatter Skomsvold: "Barnið"; (á norskum: Barnet, 2018); Sprotin (skaldsøga)
  • 2018 Thorvald Steen: "Hvíta baðhúsið"; (á norskum: Det hvite badehuset, 2017); Sprotin (skaldsøga
  • 2018 Hanne Ørstavik: "Kærleiki"; (á norskum: Kjærlighet, 1997); Sprotin (skaldsøga)
  • 2018 Per Petterson: "Til Sibiria"; (á norskum: Til Sibir, 1996); Sprotin (skaldsøga)
  • 2018 Merethe Lindstrøm: "Úr vetrarskjølunum"; (á norskum: Fra vinterarkivene, 2015); Sprotin (skaldsøga)
  • 2017 Vigdis Hjorth: "Arvur og umstøður"; (á norskum: Arv og miljø, 2016); Sprotin (skaldsøga)
  • 2017 Martina Haag: "Her ruggar ikki rætt"; (á svenskum: Det är något som inte stämmer, 2015); Sprotin (skaldsøga)
  • 2017 Kjell Askildsen: "TÆR BESTU"; (á norskum: Askildsens beste, 2014); Sprotin (stuttsøgusavn)
  • 2016 Jonas Hassen Khemiri: "Alt, eg ikki minnist"; (á svenskum: Allt jag inte minns, 2015); Sprotin (skaldsøga)
  • 2016 Sara Stridsberg: "Beckomberga - Fagnaðarkvæði til húski mítt"; (á svenskum: Beckomberga - Ode till min familj, 2014); Sprotin (skaldsøga),[4] ISBN 978-99972-1-185-9
  • 2015 Knut Hamsun: "Sveimarar"; (á norskum: Sværmere, 1904); Sprotin (skaldsøga)
  • 2014 Åsa Anderberg Strollo v.fl.: "Heit trá"; (á svenskum: Het, 2012); Nýlendi (stuttsøgusavn)
  • 2014 Sjón (Sigurjón B Sigurðsson): "Mánasteinur"; (á íslendskum: Mánasteinn, 2013); Sprotin (skaldsøga)
  • 2014 Per Olov Enquist: "Ástarsøga við líknilsum"; (á svenskum: Liknelseboken - en kärleksroman, 2013); Sprotin (skaldsøga)
  • 2013 Lars Ove Sæther: "Hanagal"; (á norskum: Hanegal, 2013); Sprotin (skaldsøga)[5]
  • 2013 Roy Jacobsen: "Undurbarn"; (á norskum: Vidunderbarn, 2009); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2013 Merethe Lindstrøm: "Dagar í kvirrunnar søgu"; (á norskum: Dager i stillhetens historie, 2011); Sprotin (skaldsøga). Vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012.
  • 2012 Maria Ernestam: "Altíð hjá tær"; (á svenskum: Alltid hos dig, 2008); Sprotin (skaldsøga)
  • 2012 Inger Edelfeldt: "Bókin um Kamalu"; (á svenskum: Kamalas bok, 1986); Sprotin (skaldsøga). 
  • 2011 Anne Holt: "Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin"; (á norskum: Mai-Britt, Mars-Britt og campingvogna, 2010); Nýlendi (barnabók við myndum2017 Vigdis Hjorth: "Arvur og umstøður"; (á norskum: Arv og miljø, 2016); Sprotin (skaldsøga)
  • 2010 Roy Jacobsen: "Høggararnir"; (á norskum: Hoggerne, 2005); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2010 Gunnar Fredriksson: "26 heimspekingar"; (á svenskum: 25 filosofer, 2009); Sprotin (hugleiðingar og ævisøgur)
  • 2009 B. Jacobsen, K. Schnack, B. Wahlgren og M.B. Madsen: "Vísindaástøði"; (á donskum: Videnskabsteori, 1999); Sprotin (hugvísindabók serliga ætlað Føroya læraraskúla, Hugvísindadeild fróðskaparsetursins og Føroya sjúkrarøktarskúla)
  • 2009 Per Petterson: "Bannað veri tíðaráin"; (á norskum: Jeg forbanner tidens elv, 2008); Vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2009; Nýlendi (skaldsøga)
  • 2009 Henning Mankell: "Eldsins øði" (á svenskum: Eldens vrede, 2007); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2008 Henning Mankell: "Eldsins gáta" (á svenskum: Eldens gåta, 2001); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2008 Henning Mankell: "Eldsins loyndarmál" (á svenskum: Eldens hemlighet, 1995); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2008 Lasse Ekholm: "Skrivibókin"; (á svenskum: Skrivboken. 2006); Nýlendi (lær teg at skriva, ungdómsbók)
  • 2007 Anne Birkefeldt Ragde: "Berlinaraspirnar"; (á norskum: Berlinerpoplene. 2004); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2006 Per Petterson: "Út at stjala ross"; (á norskum: Ut og stjæle hester, 2003); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2006 Sjón (Sigurjón B. Sigurðsson): "Skugga-Baldur" (á íslendskum Skugga-Baldur, 2003). Vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2005; Nýlendi (skaldsøga)
  • 2006 Åsa Larsson: "Sólstormur"; (á svenskum: Solstorm, 2003); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2005 Kari Hotakainen: "Á heima-vígvøllinum"; (á finskum: Juoksuhaudantie, 2002); týdd til føroyskt eftir svensku útgávuni: Löpgravsvägen, 2004), Kari Hotakainen fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2004; Nýlendi (skaldsøga)
  • 2005 Johanna Thydell: "Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar" (á svenskum: I taket lyser stjärnorna, 2003); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 2004 Thorvald Steen: "Sleipnir hin rádni", (á norskum: Den lille hesten, 2002); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2003 S. Davidson, B. Morgan: "Mannakroppurin", (á enskum: Human Body Revealed, 2002); FSG (skúlabok)
  • 2003 Arthur Omre: "Smuglarar", (á norskum: Smuglere, 1935); Nýlendi (skaldsøga)
  • 2003 Unni Lindell: "Barnið hjá Annu", (á norskum: Annas barn, 1991); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 2003 Per Nilsson: "tú & tú & tú", (á svenskum: du & du & du, 1998); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2002 Stefan Casta: Summarið við Mary-Lou, (á svenskum: Fallet Mary-Lou, 1997); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 2002 Henrik Einspor: "Við Deyðanum í hølunum", (á donskum: Med Døden i hælene, 2001); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 2002 Göran Tunström: "Jólaoratoriið", (á svenskum: Juloratoriet,1983); Vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 1984; Sprotin (skaldsøga)
  • 2001 Unni Lindell: "Súgvimerkið", (á norskum: Sugemerket, 1994); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 2000 Sven Delblanc: "Lívsins aks", (á svenskum: Livets ax, 1991); Sprotin (skaldsøga)
  • 2000 Torill Eide: "Ørindi í loyndum", (á norskum: Skjulte ærend, 1993); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2000 Marianne Fredriksson: "Anna, Hanna og Jóhanna", (á svenskum: Anna, Hanna och Johanna, 1994); Sprotin (skaldsøga) 2001 Unni Lindell: "Súgvimerkið", (á norskum: Sugemerket, 1994); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 2000 Linn Ullmann: "Áðrenn tú sovnar", (á norskum: Før du sovner, 1998); Sprotin (skaldsøga)
  • 2000 Herbjørg Wassmo: "Vegurin at ganga", (á norskum: Veien å gå, 1994); Sprotin (skaldsøga)
  • 1999 "Sagnaslóðir fram við strendur" (Sagnir úr Vesturnoregi, Sámalandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi); Sprotin (sagnir)
  • 1999 Bo R. Holmberg: "Agnas og ljósið" (á svenskum: Agnes och ljuset, 1998); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1998 Henning Mankell: "Skortleysir manndráparar", (á svenskum: Mördare utan ansikte, 1991), Sprotin (brotsskaldsøga)
  • 1998 Selma Lagerlöf: "Keisarin av Portugáliu", (á svenskum: Kejsarn av Portugallien, 1914); Sprotin (skaldsøga)
  • 1997 Per Nilsson: "Gorpur krunkar", (á svenskum: Korpens sång, 1994); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1997 Jan Wiese: "Moyggin, ið læt seg nakna fyri unnustanum", (á norskum: Kvinnen som kledte seg naken for sin elskede, 1990); Sprotin (skaldsøga)
  • 1996 Øystein Lønn: "Hvat skulu vit gera í dag og aðrar stuttsøgur", (Hva skal vi gjøre i dag og andre noveller, 1995); Vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 1996; Nýlendi (stuttsøgusavn)
  • 1996 Torgny Lindgren: "Humluhunang", (á svenskum: Hummelhonung, 1995); Nýlendi (skaldsøga)
  • 1996 Mats Wahl: "Vetrarvíkin", (á svenskum: Vinterviken, 1993); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1995 Savn: "Norðurlond í kring" – saman við Martini Næs; Sprotin (1995).
  • 1995 Max Lundgren: "Summargentan", (á svenskum: Sommarflickan, 1978); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1995 Ulf Stark: "Latið hvítabjarnirnar dansa", (á svenskum: Låt isbjörnarna dansa, 1986); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1993 Torgny Lindgren: "Vegurin hjá ormi yvir klettin", (á svenskum: Ormens väg på hälleberget, 1982); Nýlendi (skaldsøga)
  • 1993 Mats Wahl: "Bølarin", (á svenskum: Därvarns resa, 1991); BFL (ungdómsskaldsøga)
  • 1993 Sven Delblanc: "Orð at enda" (á svenskum: Slutord, 1991; Nýlendi (hugleiðingar)
  • 1992 Henning Mankell "Hundurin, sum rann ímóti einari stjørnu", (á svenskum: Hunden som sprang mot en stjärna, 1990); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 1991 Hæge Follegg Pedersen "Summargesturin", (á norskum: Sommergjesten, 1989); Nýlendi (skaldsøga)
  • 1991 Annika Holm "Amanda! Amanda!" (á svenskum: Amanda! Amanda!, 1989); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 1990 "Svenskar stuttsøgur 2 - Frá Tove Jansson til Lars Gustafsson"; saman við Bengt Audén og Ivo Holmqvist; Nýlendi (stuttsøgusavn)
  • 1990 Hans-Eric Hellberg, Tord Nygren: "Dagur í viku" (á svenskum: Äventyr, Äventyr, 1990); Nýlendi (myndabók)
  • 1987 Petra Szabo: "Massi og Sirran" (á svenskum: Emil och Emilia, 1987); Nýlendi (myndabók)
  • 1987 Petra Szabo: "Massi - eitt tvílitt veðurlamb" (á svenskum: Emil, det halva fåret, 1987); Nýlendi (myndabók)
  • 1986 Rolf Lidberg/Jan Lööf: "Huldubókin" (á svenskum: Trollboken , 1984); Nýlendi (myndabók)
  • 1985 "Svenskar stuttsøgur 1 - Frá August Strindberg til Thorsten Jonsson"; saman við Bengt Audén og Ivo Holmqvist; Nýlendi (stuttsøgusavn)
  • 1983 Peder Sjögren: "Kærleikans breyð", (á svenskum: Kärlekens bröd), 1970); Nýlendi (skaldsøga)
  • 1979 Any Thyregod: "Bjørn sjógarpur", (á donskum: Bjørns rejser - en fortælling om vikingerne, der kom til Amerika, 1968); Nýlendi (ungdómsskaldsøga)
  • 1977 P. A. Fogelström: "Summarið við Moniku", (á svenskum: Sommaren med Monika, 1951); Nýlendi (skaldsøga)

Keldur rætta

  1. Rit.fo (trýst á + við Jákup í Skemmuni)
  2. "Jákup í Skemmuni". bokasolan.fo. 24. juli 2012. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 24. juli 2012. http://archive.today/nGSS. 
  3. sprotin.fo - Gösta Berlings søga og ævintýr (pappírsbók)
  4. "sprotin.fo - Beckomberga (pappírsbók)". http://sprotin.fo/?p=products&_sp=product&_ProductId=703. Heintað 2016-02-25. 
  5. "Hanagal (pappírsbók), Lars Ove Sæther". Sprotin. 15. November 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15. November 2013. http://archive.today/xjYHq.