Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs er bókmentaheiðursløn, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur. Heiðurslønin verður latin sama dag sum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, 17. september, ella ein av døgunum beint áðrenn ella beint eftir føðingardag Mads Andreas Jacobsens, í 2011 vóru virðislønirnar latnar 22. september og í 2012 vóru tær latnar hin 20. september.[1] Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20 000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið í Havn og skúlabókavørðarnir í kommunalu skúlunum. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.[2]
Higartil hava hesi fingið heiðurslønina
rætta- 2022 Jákup Veyhe fyri útvarpsleikrøðina Tey í Mórugøtu[3]
- 2022 Annika Øyrabø Jacobsen og Dánial Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi[4]
- 2020 Marjun Syderbø Kjelnæs fyri bókina “Sum rótskot” og Rakel Helmsdal fyri myndabókina “Loftar tú mær“[5]
- 2019 Bergur Rasmussen
- 2018 Vár Berghamar Jacobsen[6]
- 2017 Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir
- 2016 Joan Sørinardóttir fyri Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat, sum er ein bók við søgum og upplýsandi tilfari um notu, várhagasólju, summardáa, hvonn, smæru og sýru kryddað við uppskriftum.
- 2016 Beinta Johannesen fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnum áhugavert tilfar á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
- 2015 Eingin
- 2014 Elin á Rógvi
- 2013 Rakel Helmsdal fyri Veiða vind og bøkurnar um Skrímslini
- 2013 Hilmar Joensen[7]
- 2012 Hjørdis Johansen, nevndin segði m.a.: Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki.
- 2011 Føroya Symfoniorkestur, tað varð m.a. lagt til grund at: Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barnagørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleikaúrvali loftað teimum yngstu áhoyrarunum kring alt landið.[8]
- 2010 Jensina Olsen fyri tað serliga, hon hevur givið børnunum í tónleiki og sjónleiki.[9]
- 2010 Janus á Húsagarði fyri m.a. bøkurnar um Mosamolis og Mosalisu.
- 2009 Dánjal á Neystabø
- 2009 Búi Dam
- 2008 Marjun Syderbø Kjelnæs
- 2008 Hanni Bjartalíð
- 2007 Bárður Oskarsson[10]
- 2006 Steintór Rasmussen
- 2005 Theodor Hansen
- 2005 Grafik Studio við Inga Joensen
- 2004 Eingin
- 2003 Alexandur Kristiansen
- 2002 Sólrún Michelsen
- 2001 Maud Heinesen fyri barnaskaldskap sín
- 2000 Effie Campbell
- 1999 Eli Smith
- 1998 Lydia Didriksen
- 1998 Knút Olsen
- 1997 Gríma
- 1996 Rakul Helmsdal fyri bókina Tey kalla meg bara Hugo.[11]
- 1995 Edward Fuglø
- 1994 Ella Smith Clementsen
- 1994 Niels Jákup Thomsen Sum ábyrgdarstjóri á Barnablaðnum hevur Niels Jákup Thomsen í fleiri ár staðið fyri einum forvitnisligum, fjølbroyttum og dygdargóðum blaði og hevur hann dugað væl at fylgt tíðini.
- 1993 Jóhannus á Rógvu Joensen hevur sýnt serstaka gott hegni og hug at gera løg til føroyskar barnarímur og -yrkingar.
- 1993 Dansifelagið í Havn v/ Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen - Í samfull tíggju ár hava tær báðar uttan íhald borið undir barnadansin í høvuðsstaðnum.
- 1992 Eingin
- 1991 Bjørg Matras Jensen
- 1990 Olivur við Neyst
- 1990 Elin Mortensen fyri bókina Barn undir krígnum og fyri arbeiði hennara at skriva til børn yvirhøvur.
- 1989 Óli Petersen fyri tekningar hansara í Grindavísuni og Jákup á Møn
- 1989 Jákup Berg fyri at hava givið út Barnatíðindi so at siga uttan slit í næstan fimti ár.
- 1988 Oddvør Johansen fyri bókina Skip í eygsjón
- 1987 Pauli Nielsen fyri týðingar hansara av bókunum Abbi er sjórænari, Søgan um blóðreyða súrepli, Gummi-Tarzan, Hodja úr Pjort og Albert.
- 1986 Dropin - forlag við Ingrið Sondum, Bjørg Matras Jensen og Niels Nattestad.
- 1986 Nýlendi - forlag við Jákupi í Skemmuni.
- 1985 Marius Johannesen fyri bøkurnar Føroysk barnaspøl, Jólabókin og týðingar av ævintýrum.[12]
- 1985 Steinbjørn B. Jacobsen fyri bøkurnar Hin reyða ryssan (1979), Maria og rossið (1980) Lív og dýrini (1981), Mia og Eyð (1981), Reyða (1983)og Si og Sú (1985)[13]
- 1984 Ebba Hentze fyri bøkurnar Antonia og Morgunstjørnan, Antonia mitt í verðini og Mamman eigur meg.[14]
- 1984 Elin Súsanna Jacobsen fyri týðingar hennara av bókunum Antonia mitt í verðini og Mamman eigur meg
- 1984 William Heinesen
- 1983 Guðrun Gaard
- 1983 Alexandur Kristiansen
- 1982 Petur Andreassen
- 1982 Christian Høj
- 1981 Martin Næs og Martin Joensen
- 1980 Heðin Brú
- 1979 Óli Dahl
- 1979 Andreas Andreasen
- 1978 Marianna Debes Dahl fyri bókina Burtur á heiði
- 1977 Sigurð Joensen fyri bøkurnar Gráa dunna, Kálvamuan, Lambamæið
- 1976 Steinbjørn B. Jacobsen[15]
Nevndin fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
rættaÍ nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.[16]
Keldur
rætta- ↑ Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir 2012 latnar 20. september
- ↑ Torshavn.fo, Mentanarvirðislønir verða handaðar 22. september
- ↑ M.A. Jacobsens heiðurslønir og barnamentanarheiðursløn 2022, bbs.fo, 21.10.22
- ↑ Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021, bbs.fo, 07.10.21
- ↑ "Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020". Tórshavnar kommuna. 8. oktober 2020. https://www.torshavn.fo/tidindi/liv-jogvan-hjalmar-marjun-og-rakel-faa-mentanarvirdislonir-torshavnar-byrads-2020/. Heintað 4. februar 2021.
- ↑ Vang, Vónbjørt (8. november 2018). "Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir". Býaarbókasavnið. https://www.bbs.fo/fo/nyheder/short-news/rannva-edward-og-var-fingu-virdislonir. Heintað 18. januar 2020.
- ↑ "Planet.fo, 5 mentanarvirðislønir handaðar í gjár". http://planet.fo/grein/5_mentanarvirdislonir_latnar_i_dag. Heintað 2013-09-20.
- ↑ Torshavn.fo, Føroya Symfoniorkestur, Nicolina og Jógvan
- ↑ "Sandportal.fo, Jensina Olsen fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010". http://www.sandportal.fo/onnur-tindi/24/jensina-olsen-fekk-barnabkaheiurslon-trshavnar-bras-2010.aspx. Heintað 2011-07-25.
- ↑ Torshavn.fo
- ↑ "BBS.fo, Rakel Helmsdal, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1996". http://www.bbs.fo/content/view/619. Heintað 2012-10-02.
- ↑ BBS.fo, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985[deyð leinkja]
- ↑ BBS.fo[deyð leinkja] Steinbjørn B. Jacobsen, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985
- ↑ BBS.fo, Ebba Hentze, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984[deyð leinkja]
- ↑ "BBS.fo, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs". http://www.bbs.fo/content/view/566/57/. Heintað 2012-10-02.
- ↑ Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir latnar 20. september