Jensina Olsen er fødd í 1970. Hon er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, skemtari, sjónleikarinna og framleiðari av barnasendingum til sjónvarp og útvarp.

Jensina Olsen í 2014.

Lívsleið

rætta

Jensina Olsen hevur nomið sær útbúgvingar á ymsum stigum innan allar listagreinir, og hevur gingið sína egnu leið hesum viðvíkur.

Hon hevur gingið á tónleikaskúlum, sjónleikaskeiðum og myndlistaskúla, og arbeitt miðvíst eftir, at skapa sína egnu útbúgving, ið fevndi øll ting, ið høvdu hennara áhuga.

Sum tannáringur byrjaði hon at ganga til drama, og varð bitin av pallarbeiði alt fyri eitt. Hon leikti nógvar leikir saman við bólkinum 'Grímulingum, og gjørdi ma.tilfar til sjónvarpskalendarin í 1987. Hon skrivaði sangir og var ma.klóvnurin ið ikki dugdi at halda jól, sum nógv børn vórðu øðiliga glað fyri tá.

Hon var við í 'Flatt av flatlondum', ið er tann fyrsta føroyska satirusendingin til Sjónvarp. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale gjørdu tilfarið til hesa sending, sum fólk tóku til sín. 'Ís, eru tit frá Føroyar', var ein setningur, sum gekk aftur rættiliga leingi.

Frá 1997 til 2009 var Jensina við í virkna útisetakórinum MPIRI. Hon sang altrødinna øll árini, og var forkvinna í kórinum í 7 ár. Kórið hevur givið út fløgur og hevur gjøgnum árini havt sum høvuðsendamál at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Hetta eyðnaðist kórinum sera væl. Kórið sang eitt nú kór á fløguverkætlanum hjá artisum sum Eivør, Teiti og Valravn. Fløgurnar Asbest frá 2001 og Upp gleðist 2008, eru givnar út av kórinum gjøgnum plátufelagið TUTL. Her syngur Jensina ma.solo á nøkrum av løgunum. Hesi ár, var hon eisini virkin innan annað mentanarligt virksemi sum útiseti. Skipaði fyri og var eisini í nevnd í Listafelagnum í Keypmannahavn.

Myndlist:

Fra 2001 til 2004 gekk Jensina á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn. Hon hevði áðrenn framsýnt í nøkur ár. Jensina hevði serframsýningar og framsýndi saman við øðrum føroyingum í eitt longri tíðarskeið. Hon arbeiddi við størri installatiónum, pappírsarbeiði, oljumálningum og vatnlitum. Tað eyðkenda við hennara myndum, er litsamansetingarnar og tað sera livandi úttrykki, ið er musikalskt og rútmiskt samansett. Eitt eyðkenni við hennara myndum, er at hugflogið hevur frítt spæl uppá allar mátar, og ein serlig verð verður gjørd.

Eftir Billedskolen, las hon fulla tid til vaksinundirvísara a Pædagogisk center á Amager.

Í sangleikinum Fame, leikti Jensina í 2006 tann stranga og nærum óblíða karakterin sum skúlastjóri. Talan bleiv um 23 útseldar sýningar í Norðurlandahúsinum.

Í 2006 varð hon eisini kosin ársins singer/songwriter í Hafnia kappingini, og orsaka av tí, kom fløgan 'Eitt sidnur av tí blá' út. Har er sangurin 'Lívið lær' at finna, ið hon sang saman við systrini Annu Mariu Olsen í sjónvarpssendingini Mælt hjá Kringvarpi Føroya. Fløgan er spæld inn live í Studio 2 í Kringvarpi Føroya. Tónleikarir á fløguni eru Jensina Olsen (sang/akk.guitar), Rógvi á Rógvu(tr), Mikal Blak (bs), Leivur Thomsen (gui), Finnur Hansen (tangentar og ljóðarbeiði)

Í 2007 gjørdi hon 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa, og varð hetta ein partur av sendingunum 'Rógvi og drekin'.

Í 2008 skrivaði og gjørdi Jensina tónleik til konseptið 'Ding dang Pappsang'. Hetta bleiv til 11 partar, sum nú eru at fáast á DVD. Hesar sendingar eru samantvinnaðar soleiðis, at flest øll kunnu hyggja eftir teimum. Sum hon sjálv sigur, so eru sendingarnar til børn frá 0-109 ár.

Hon hevur gjørt fleiri sangir til børn, og gav út fløguna 'Barnahjartafløga' í 2009, og har gjørdist ein sangur í hvussu so er eitt stórt hitt í Føroyum, tað var sangurin Føðingardagsbamsan, ella 'Góða bamsa' sum nógv valdu at kalla hann. Hann varð ein rættilig landaplága.

Í 2010 fekk hon Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri tað føroyska barnatilfarið hon hevur skapað gjøgnum ár og dag.

Í 2011 var hon partur av einari verkætlan saman við Aldubáruni, Edward Fuglø og Páll Sólstein, verkætlanin gjørdist til útgávuna Janus er ein stjørna, tað var Edward Fuglø, ið skrivaði søguna og teknaði, Páll Sólstein gjørdi tónleikin, Jensina fortelur søguna og tónleikarar í Aldubáruni spæla tónleikin.[1] Jensina hevur ikki bara gjørt tónleik til børn.

Í 2012 vórðu sendingarnar 'Ding ding Pippting' framleiddar, meðan hon starvaðist í KVF fulla tíð. Hetta bleiv til 8 partar, sum síðani eru komnir út á DVD.

Í 2013 gjørdist hon sjálvstøðgug, og fæst við alt frá at undirhalda, vera við í leikum, verkætlanum og arbeiðir stødugt vid at fáa nýtt listarligt tilfar til vega av ymsum slag.

Jensina hevur spælt við í filmunum Summarnátt[2] og Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Í Vetrarmorgun sást hon ikki, har legði hon rødd til mammuna, og gjørdi senografi.

Í 2015 tulkaðu hon og Finnur Hansen barnabókina 'Og várið kom'. Knút Olsen hevur skrivað løgini, Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingarnar og Bárður Jákupsson hevur málað vatnlitsmálningarnar. Sama ár komu eisini 10 partar av sendirøðini 'Hey', har Ljóðfílurin og hon aftur upplivdu ting saman.

Útgávur

rætta

Egnar útgávur

rætta
  • Og várið kom, 2015
  • Ding Dang Pappsang, DVD til børn
  • Ding Ding Pippting, 2012 2 DVD'ir til børn
  • Barnahjartafløga, 2009
  • Eitt sindur av tí bláa, 2008
  • Veðrið eigur orð -Lot, 2001
  • Grísaflísapætur, 1999

Stakløg

rætta
  • Lívið lær - sent í sjónvarpssendingini Mælt í KvF, Jensina syngur saman við systrini Annu Mariu Olsen[3]

Við Aldubáruni

rætta
  • Janus er ein stjørna[4]
  • Poetikus 2015

Við Haldurs Café

rætta
  • 2001 Asbest (4 **** í Politiken)
  • 2008 Upp gleðist (nýggjar útsetingar av jólaløgum)

Uppsamlingsútgávur við Haldurs Café

rætta
  • 2000 - Tutl2000 - Folk/Ethnic, Tutl, sangurin Fjart í ringrás[5]
  • 2002 - Popp List, Tutl

Virðislønir, starvslønir og annað

rætta

Keldur

rætta
  1. aldubaran.com, Janus er ein stjørna
  2. imdb.com
  3. Lívið lær á YouTube
  4. itunes.apple.com
  5. rateyourmusic.com, Tutl2000 - Folk/Ethnic

Slóðir úteftir

rætta