Anna Maria Olsen er ein føroysk songkvinna. Hon var ein av limunum í kvinnutónleikabólkinum Divaz til bólkurin skifti navn til Flamma, tá var hon ikki við longur. Hon gav út sína fyrstu fløgu í egnum navni í oktober 2014, tá fløgan Sálareygað kom út. Talan er um eina fløgu við tólv sálmum á føroyskum,[1] sum Anna Maria hevur sungið í Vesturkirkjuni, har upptøkurnar fóru fram. Pápi hennara, tónasmiðurin Knút Olsen, hevur gjørt nøkur av løgunum á fløguni og spælir harmoniku á fløguni. Finnur Hansen stóð fyri upptøkunum og spælir eisini okkurt ljóðføri, meðan Leif Hansen spælir orgul á fløguni.[2] Anna Maria syngur við á fløguni Haldurs Cafe, og ein av sangunum á fløguni Asbest hjá Mpiri. Hon hevur eisini sungið saman við Jens Marna Hansen, t.d. sangin You'r the Greatest, sum finst sum videolag á Youtube, tað er BenHan Studios, ið hevur gjørt videofilmin til lagið. Anna Maria er systir Jensinu Olsen. Tær báðar hava sungið saman m.a. í sendingini Mælt hjá Kringvarpinum, har tær sungu sangin Men lívið lær.[3]

Útgávur rætta

Egnar útgávur rætta

Við Jan Petersen rætta

Við Mpiri rætta

Heiður rætta

2011 - Tilnevnd Planet Awards

Keldur rætta

  1. itunes.apple.com
  2. Sendingin Góðan morgun Føroyar hjá Kringvarpinum 9. oktober 2014
  3. Facebook.com
  4. Jan Petersen og Anna Maria Olsen live, kvf.fo, 28.02.2014
  5. "Jan Petersen gevur fløguna Enter út í dag - Føroyski portalurin - Aktuelt.fo". 2014-10-09. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-09. http://archive.today/5ulR1. 
  6. rateyourmusic.com Jan Petersen gevur fløguna Enter út í dag

Slóðir rætta