Aldubáran er ein føroyskur tónleikabólkur. Tónleikabólkurin Aldubáran hevur, síðani hann varð stovnaður í 1995, veruliga sett síni spor í føroyska tónleikaumhvørvinum. Umframt at vera einasti yrkistónleikabólkur av sínum slag í Føroyum, hevur Aldubáran verið stigtakari og fyriskipari av mongum tiltøkum, bæði størri, men eisini smærri konsertum og konsertferðum uttanlands.

Føroysk tónaskøld verða eggjaði at skriva tónleik til bólkin og eru nýggj føroysk verk javnan á skránni hjá Aldubáruni. Aldubáran spælir tó eisini eldri klassiskan tónleik, og hevur m.a. framført stórverkini "Oktett" eftir Franz Schubert, "Pierrot Lunaire" eftir Arnold Schoenberg og ta víðagitnu "Søguna um soldátin" eftir Igor Stravinsky.

Slóðir rætta