Vetrarmorgun er ein føroyskur stuttfilmur frá 2013, sum skopuningurin Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Filmurin varð boðin til størsta filmsfestivalin í Evropa, Berlinaluna (Berlin International Filmfestival), har hann varð sýndur 7 ferðir í februar 2014.[1] Sakaris og Ingun í Skrivarastovu, sum framleiddi filmin, og tær báðar genturnar, ið spældu høvuðsleiklutirnir: Armgarð G. Mortensen og Helena Heðinsdóttir vóru øll við á filmfestivalinum í Berlin. Filmurin varð tilnevndur trýggjar virðislønir, ein teirra var Teddy-virðislønin ið er ein virðisløn ið verður latin filmum ið varpa ljós á evni sum LGBT felagsskapurin arbeiðir fyri. Eitt evni í filmminum er nevniliga samkyndleiki. Sakaris segði í samrøðu við Philipp Schmidt frá Teddyaward.tv, at hann nokk ikki hevði torað at gjørt ein film um hetta evnið fyri eini 5-10 árum síðan, men nú tordi hann, tí tað er blivið meira góðkent at tosa um hetta evnið í Føroyum nú.[2] Filmurin varð frumsýndur á bókasavninum á Sandi hin 12. september 2013. Hann varð eisin sýndur á Tjóðpallinum í Havn 21. september 2013.[3] Kinna Poulsen ummælti filmin og helt at hann var flottur, men at søgan var nakað tunn, og at tað bleiv næstan gjørt ov nógv burturúr til sýningina í Havn, men útlendingum dáma væl filmin og hann er væl móttikin í Berlin.[4]

Hin 14. februar 2014 vann stuttfilmurin Vetrarmorgun eina filmsvirðisløn á Berlinaluni 2014, hann vann í bólkinum sum á enskum verður nevndur The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[5]

Um filmin rætta

Longd rætta

Filmurin er 19 minuttir langur.[6]

Tey leikandi rætta

Evni og søgugongd rætta

Filmurin snýr seg um tvær ungar tannáringa gentur í Føroyum, Mariu og Biritu, um kærleika og vinskap, um identitet og samkyndleika.

Tónleikur rætta

Mikael Blak hevur gjørt tað mesta av tónleikinum í Vetrarmorgun, Hanus G. Johansen hevur gjørt eitt av løgunum.[7]

Staður rætta

Sandoy, Føroyar

Mál rætta

Føroyskt

Framleiðsla rætta

Heiðurslønir, tilnevningar og sýningar á Filmfestivalum rætta

  • 2014 - Vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.[8]
  • 2014 - Tilnevndur Crystal Bear á Berlinaluni[9]
  • 2014 - Tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni[10][11]
  • 2014 - Tilnevndur altjóða virðislønina Generation 14plus competition á Berlinaluni[12]
  • 2014 - Varð sýndur 7 ferðir á Berlin International Filmfestival
  • 2013 - Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.

Keldur rætta

  1. Berlinale.de, Generation 14plus Short Film, Vetrarmorgun, Winter Morning, Wintermorgen
  2. Samrøða við Sakaris Stórá á YouTube
  3. listinblog.blogspot.com,
  4. "In.fo, Ovfarin av móttøku í Berlin". http://www.in.fo/news-detail/news/ovfarin-av-mottoeku-i-berlin/. Heintað 2014-02-13. 
  5. Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
  6. Um Vetrarmorgun á imdb.com
  7. "Planet.fo, Føroyski filmurin “Vetrarmorgun” frumsýndur í kvøld". http://planet.fo/foroyski+filmurin+ldquovetrarmorgunrdquo+frumsyndur+i+kvold.html#.UvzCSRDV_a4. Heintað 2014-02-13. 
  8. Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
  9. Kvf.fo, Brunsj við Ingun í Skrivarastovu
  10. 28. Teddy Award Samrøða við Sakaris Stórá á YouTube
  11. "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-15. 
  12. "Fishandfilm.net". http://fishandfilm.net/?p=38. Heintað 2014-02-13. 

Slóðir úteftir rætta