William Heinesen

Føroya gitnasta skald

William Heinesen (15. januar 1900 í Tórshavn - 12. mars 1991) er Føroya gitnasta skald.

William Heinesen
William Heinesen saman við Jørgen-Frantz Jacobsen, J.H.O. Djurhuus og Hans A. Djurhuus

Skaldsøgur hansara, stuttsøgur og yrkingar eru týddar til mong mál. Men hesin gávuríki havnarmaður var ein sera fjølbroyttur listamaður, ið gjørdi vart við seg á fleiri økjum innan sjónleik, tónleik og myndlist. Myndaheimur hansara er ein grein av tí skaldsliga hugflognum – myndevnini koma fyrst av øllum úr sagnunum, ævintýrunum og gudalærunum, eisini úr tí Edens urtagarði, ið á sinni fór í forna. Hesin myndaheimur er kveiktur av náttúrukenslu, sniðfundigum skemti, spei, ramligari og ovfarakátari lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa.

William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m.a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan – málinum, dansinum, kvæðunum og sagnunum. Og fyri teirri føroysku náttúruni. Í einum anda, ið kann samanberast við Bauer og Arosenius í Svøríki – Kittelsen og Werenskjold í Noregi, gjørdi William Heinesen ein hóp av bókamyndum við evnum úr sagnum og ævintýrum. Í pastellmálningum fekk hann fram eftir kríggið og í 1950árunum eitt serstakt gyklandi gandakent huglag. Myndevni frá tilveru teirra fornisku verða margtýdd og glíða uttan at ein varnast tað yvir í satiru – í andlitunum á fittum trøllum kenna vit aftur drøgini frá politikkarum, vinnulívsmonnum og alskins hyklariskum dárarum og forførarum. Í tekningum av monnum og konum úr gomlu Havnini, sum hann mintist hana, kemur eitt serligt góðsligt kæti til sjóndar – somuleiðis hansara sermerkti ansur fyri strikunnar organisku arabesk.

Teir stóru veggjamálningarnir í Tórshavnar Kommunuskúla, við evnum úr Sjúrðarkvæðunum, eru eitt gjøgnumbrot til tann dekorativa arkadiska heimin, sum William Heinesen gav seg yvir til síni seinnu ár. Skaldskapurin var komin í fyrstu røð, og umstøður høvdu ikki verið fyri nakrari veruliga samanhangandi myndlistarligari menning, fyrr enn miðskeiðis í 1970árunum, tá ið William fór undir at gera pappírsklipp síni. Eitt 10ára skeið untist honum at klippa. Árini 1976-78 avrikaði hann serliga nógv. Í hesum slóðbrótandi brotamyndum og klippum finnur dekorativa hugflogið støðugt nýggjar leiðir.

Hesin gróðrarríki barokki myndaheimur hevur ríkað føroyska list. Ófatiligt, hvat William Heinesen hevur fingið av skafti – tekningar í hópatali, hundraðtals bókapermur til Bókagarð, bókamyndir, plakatir, blaðtekningar, plátuhylki o.m.a. Hann eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – sum hann dastið av øldini hevur lagt til rættis og stílað fyri, skrivað og ummælt, kveikt og stuðlað. Altíð við tí góða orðinum.

Bókalisti rætta

Yrkingasøvn
  • 1921 Arktiske Elegier og andre Digte
  • 1924 Høbjergningen ved Havet
  • 1927 Sange mod Vaardybet
  • 1930 Stjernerne vaagner
  • 1936 Den dunkle Sol
  • 1955 Digte i udvalg
  • 1961 Hymne og harmsang
  • 1972 Panorama med regnbue
  • 1983 Vinterdrøm. Digte i udvalg 1920-30
  • 1984 Samlede digte
  • 1990 Digte
Stuttsøgusøvn
  • 1957 Det vingede mørke
  • 1957 Det fortryllede lys
  • 1960 Gamaliels besættelse
  • 1967 Kur mod onde ånder
  • 1970 Don Juan fra Tranhuset
  • 1973 Fortællinger fra Thorshavn
  • 1975 Grylen og andre noveller
  • 1980 Her skal danses
  • 1985 Laterna magica
Skaldsøgur
  • 1934 Degningsvindar (Blæsende gry)
  • 1938 Nóatún (Noatun)
  • 1949 Í sortanum (Den sorte gryde)
  • 1950 Glataðu spælimenninir (De fortabte spillemænd)
  • 1952 Móðir Sjeystjørna (Moder Syvstjerne)
  • 1964 Det gode håb
  • 1976 Tornið á heimsins enda (Tårnet ved verdens ende)

Heiður rætta

Keldur rætta

  1. Norden.org 1965 William Heinesen, The Faroe Islands: Det gode håb
  2. DenStoreDanske.dk
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Slóðir rætta